Brøðurnir
CCF 120 C
TSB D 222, D 274
1 Tað býr ein bóndi uppi við á,
- harra mín -
so raskar eigur hann synir tvá.
- Um summarin, tar allir fuglar syngja væl.
2 Teir hava sær so undarligan sið,
teir standa upp, tá ið aðrir leggjast niður.
3 Teir hava sær so ónt eitt orð,
teir dríva bæði hor og morð.
4 Steffan er riðin í Rólands garð,
úti hon Hildivá fyri honum stár.
5 “Hoyr tú, Hildivá, eg tali til tín,
hvar er hann Róland, húsbóndi tín?”
6 “Róland reið á ting í gjár,
hann kemur ikki aftur fyri jól í ár.
7 Róland reið at stevna ting,
hann kemur ikki aftur fyri ár umkring.”
8 “Hoyr tú, Hildivá, eg tali til tín,
vilt tú vera mítt kvøldarvív?”
9 “Hvat heldur vilt tú í drykkjustovu,
ella vilt tú til songar at sova?”
10 “Fyrst vil eg í drykkjustovu,
síðan vil eg til songar at sova.”
11 Tey lógu saman ta longu nátt,
tey snakkaðu mangt, tey svóvu fátt.
12 Ikki visti Steffan av fyrr enn tá,
Róland yvir hans høvur stár.
13 “Hoyr tú, Steffan, eg tali til tín,
hví svevur tú hjá hústrú mín?”
14 “Tí sovi eg hjá hústrú tín,
hennara vilji var so góður sum mín.”
15 Steffan fram úr seingini sprang,
Hildivá stoytti brynju yvir hann.
16 Teir bardust fullar dagar tvá,
hvørgin kundi sigur av øðrum fá.
17 Teir bardust fullar dagar tríggjar,
hvørgin kundi sigur av øðrum síggja.
18 Teir bardust ei við listum,
báðir fullu niður fyri seingini tvistir.
19 Teir bardust helst av neyðum,
báðir fullu niður fyri seingini deyðir.
20 Í ótíð var tann ríka frú skapað,
- harra mín -
tveir raskir hava lívið tapað.
- Um summarin, tar allir fuglar syngja væl.
CCF 120 C
TSB D 222, D 274
Handrit: Savn Schrøters, 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°). Savn Hammershaimbs: “Schrøters Blandinger” (AM Access 4, nr. 43).
Útgávur:
1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 30.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 74.
Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.