Skip to main content

Brøðurnir

 

CCF 120 D

TSB D 222, D 274

 

1 Tað gongur ein dansur uppi við á,

har dansa raskir synir tvá.

 

Hvør kastar perlur yvir jumfrúnna?

hon svevur í seingi aleina.

 

2 Tað býr ein bóndi uppi við á,

raskar eigur hann synir tvá.

 

3 Raskar eigur hann synir tvá,

annar eitur Róland og annar Steffan.

 

4 Teir høvdu sær so óndan ein sið,

teir fóru ikki upp, fyrr enn hini fara niður.

 

5 Teir høvdu seg so óndan ein hátt,

teir svóvu ikki nakra nátt.

 

6 Teir høvdu seg so ilt eitt orð,

teir drivu bæði hor og morð.

 

7 Steffan heim í garðin fór,

úti hon Hilda fyri honum stóð.

 

8 “Hoyr tað, Hilda, eg tali til tín,

hvat ger Róland, húsbóndi tín?”

 

9 “Róland reið av bý í gjár,

hann kemur ikki aftur fyrr enn jól í ár.

 

10 Róland reið av bý í sinn,

hann kemur ikki aftur, fyrr enn jól koma inn.”

 

11 “Hoyr tað, Hilda, eg tali til tín,

vilt tú vera mítt kvøldarvív?”

 

12 “Hvat vilt tú í drykkjustovu,

ella vilt tú til songar at sova?”

 

13 “Fyrst skal eg í drykkjustovu,

síðan skal eg til songar at sova.”

 

14 Hann tekur í Hildu ljósu hond,

leiðir hana so í loftið fram.

 

15 Lógu til saman ta longu nátt,

snakkaðu mangt, tey svóvu fátt.

 

16 Steffan sovnaði á Hildu arm,

hann vaknaði ikki upp, fyrr enn dagur rann.

 

17 Ikki visti Steffan av fyrr enn tá,

Róland fram fyri seingini stár.

 

18 “Hoyr tú, Steffan, eg tali til tín,

hví svevur tú hjá hústrú mín?”

 

19 “Tí sovi eg hjá hústrú tín,

tí hennar vilji er so góður sum mín.”

 

20 “Hoyr tað, Steffan, eg tali svá,

tú skalt leggja nú lívið á.”

 

21 Steffan leyp úr seingini fram,

Hilda kastaði hjálm yvir hann.

 

22 Steffan fram úr seingini sprakk,

sítt góða svørð hann for seg stakk.

 

23 Steffan fram úr seingini leyp,

sítt svørðið góða hann for seg skeyt.

 

24 Bardust teir av tungari villu,

báðir vóru í grimmir og illir.

 

25 Bardust teir av so miklum ‘tyist’,

báðir fullu for seingini tvist.

 

26 Bardust teir av so tungari neyð,

báðir fullu for seingini deyð.

 

27 Ótíð var tann ríka frú gift,

teir reystu hava sítt lívið mist.

 

28 Ótíð var tann ríka frú gitið,

teir reystu hava sær lívið látið.

 

29 Ótíð var tann ríka frú føtt,

teir reystu hava sítt lív forøtt.

 

30 Ótíð var tann ríka frú skapt,

teir reystu hava sítt lívið tapt.

 

Hvør kastar perlur yvir jumfrúnna?

hon svevur í seingi aleina.

 

CCF 120 D

TSB D 222, D 274

 

Handrit: Fugloyarbók nr. 29 (Savn Hammershaimbs AM, Access 4).

 

Útgávur: 

 

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 31.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 76.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanu  (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854.