Frú Dagmoy
CCF 122 B
TSB C 3
1 Kongurin heitir á sveinar tvá:
- for mangan ein gyllini floy –
“Heintið mær Strangir inn fyri borð!”
- Nú siglir junkarin Strangir til frú Dagmoy.
2 Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,
tá var Strangir inn fyri borð.
3 “Strangir, tú skalt mær boðini bera,
inn til Boyaland skalt tú fara.
4 Eg sendi honum orð og blíðan tala,
eg vil hans dóttur til drotning hava.
5 Eg sendi honum orð og blíðan já,
eg vil hans dóttur til drotning fá.”
6 “Skal eg inn til Boyaland fara,
trinni pør klæði so vil eg hava.”
7 “Trinni pør klæði tey eru til reiðar,
um enn tú vilt hava meira.
8 Damaskus kjóla tú tak uppá,
sum tú skalt for Boyalands kong inngá.
9 Silvurspent skó upp á tín fót,
tú gakk á slottið við eitt frítt mót!”
10 Hann vindur upp silkisegl í rá,
hann sigldi til Boyaland í mánar tvá.
11 Hann kastaði ankar á hvítan sand,
fyrst steig Strangir fót pá land.
12 Damaskus kjóla hann dró uppá,
sum hann skuldi for Boyakonga inngá.
13 Silvurspent skó upp á sín fót,
hann gekk á slottið við eitt frítt mót.
14 Uppi í garðinum akslar hann skinn,
so gekk hann for Boyakonga inn.
15 “Sit væl, Boyakongur, yvir títt borð,
kongur av Danmark hevur sent tær orð.
16 Hann sendir tær orð og blíðan tala,
hann vil tína dóttur til drotning hava.
17 Hann sendi tær orð og blíðan já,
hann vil tína dóttur til drotning fá.”
18 Kongurin svarar so hartil:
“Tað er ikki nógv man hava vil.
19 Eg eigi ikki dóttur uttan Dagmoy ein,
eg gifti hana ikki ein fátækan svein.”
20 “Hvat skalt tú henni frægari giftu fá,
enn kongin av Danmark, trý ríki ár?
21 Hvat skalt tú hana frægari fá gift,
enn kongin av Danmark, trý ríki skiftir?
22 Mín harri hann hevur eitt fiskivatn,
tað rentar honum meir enn alt Boyakongaland.
23 Mín harri hann hevur eitt fiskidýpi,
tað rentar honum meir enn alt Boyakongaríki.”
24 “Fyrr enn tú skalt mína dóttur fá,
fyrr skal gullterning á talvborð gá.
25 Fyrr enn tú skalt mína dóttur vinna,
fyrr skal gullterning á talvborð renna.
26 Mín dóttir hevur telvt við so mangan svein,
nú skal hon telva við teg aleina.”
27 “Set teg, Strangir, og telv við meg,
kápu mína seti eg í veður!”
28 “Setir tú í veður kápan tín,
har ímóti seti eg kappan mín.”
29 Upp stóð kongurin, helt sær á gaman:
“Kápa og kappi tey bera væl saman.”
30 Tann *fyrsti gullterning á talvborð rann,
Strangir tapti, og Dagmoy vann.
31 Upp stóð Dagmoy, so høgt hon ló:
“Nú havi eg telvt um mína tró.
32 Set teg, Strangir, og telv við meg,
saðil mín seti eg í veður!”
33 “Setir tú í veður saðil tín,
har ímóti seti eg hestin mín.”
34 Upp steig kongurin, helt sær á gaman:
“Saðil og hestur tað ber væl saman.”
35 Annar gullterning á talvborð rann,
Strangir tapti, og Dagmoy vann.
36 Upp stóð Dagmoy, so høgt hon ló:
“Nú havi eg telvt um mína tró.
37 Set teg, Strangir, og telv við meg,
moydóm mín seti eg í veður!”
38 Upp steig kongurin, helt sær á gaman:
“Moydóm og kongur tey bera væl saman.”
39 “Setir tú í veður moydóm tín,
har ímóti seti eg kongin mín.”
40 Strangir út av vindeyga sá:
“Gud lati meg sigur í talvi fá.”
41 Strangir sá av vindeyga út,
hann heitir á Gud og sankta Knút.
42 Hann heitir á Gud og sankta Knút:
“Latið meg fá sigur í talvi út!”
43 *Triði gullterning á talvborð rann,
Dagmoy tapti, og Strangir vann.
44 Upp steig Strangir, so høgt hann ló:
“Nú havi eg telvt um mína tró.”
45 “Fimtan merkur av reyðargull liggja í skrín,
tær gevi eg tær fyri moydóm mín.”
46 “Eg haldi tað ei vera kallmans maka
reyðargull fyri tín kærasta at taka.”
47 “Sig mær, Strangir, sig mær nú,
er tín harri so vænur sum tú?”
48 “Tig still, frú Dagmoy, tú sig ikki so,
ein svein sín harra ei lík vera má!”
49 “Ein svein sín harra væl vera kann lík,
um hann er ikki so pengarík.”
50 So snart bleiv silki eftir jørðini breitt,
so bleiv Dagmoy til skipa leidd.
51 Hann vindur upp silkisegl í rá,
hann sigldi til Danmark í mánar tvá.
52 Við aðrari hondini hann snekkjuni stýrir,
við aðrari heldur hann Dagmoy dýra.
53 Við aðrari hondini stýrir hann floy,
við aðrari heldur hann dýru Dagmoy.
54 Strangir hann stýrir síni snekkju til land,
kongurin rennir sín gangar pá sand.
55 “Hoyr tú, Strangir, meðan vit era ein,
nú síggi eg kongsins hestasvein!”
56 “Tig still, frú Dagmoy, tú sig ikki so,
tað er tann harri, sum tú skalt fá.
57 Tig still, frú Dagmoy, tú má ei so tala,
tað er tann harri, sum tú skalt hava.”
58 “Skamm fái tú, Strangir, tú vanst meg í leik,
mín harri er bæði følin og bleik.
59 Skamm fái tú, Strangir, tú kundi at ljúga,
mín harri hann hevur ikki meiri enn eitt eyga.”
60 Hon tók í Strangirs ljósu hand:
“Tú flyt meg aftur til mín faðirs land!
61 Tú flyt meg aftur í mín móður oy,
við tær vil eg bæði liva og doy!”
62 Hann kastar ankar á hvítan sand,
fyrst steig Strangir fót á land.
63 Fyrst steig Strangir fót á land,
Dagmoy undir hans høgru hand.
64 So snart bleiv silki eftir jørðini breitt,
so bleiv Dagmoy til hallar leidd.
65 Tey drukku teirra brúdleypið í dagar fimm,
ikki vildi Dagmoy til seingjar í teim.
66 Tann sætta dag at kvøldi,
tá tóku tey frú Dagmoy við veldi.
67 Eg kann ikki kvøða meir, enn vísan er long,
grátandi gekk tá Dagmoy í song.
68 Eg kann ikki kvøða meira, enn vísan formár,
grátandi legðist hon konginum hjá.
69 Kongurin við sínum svørði brá,
hann kleyv Strangir í lutir tvá.
70 “Hetta skal eg hava fyri trúskap mín,
- for mangan ein gyllini floy –
fyri dýru Dagmoy má eg missa mítt lív.”
- Nú siglir junkarin Strangir til frú Dagmoy.
CCF 122 B
TSB C 3
Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).
Útgávur:
1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 52.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 104.
Heimild: Úr Sandoy: Maren Danielsdatter (1826-1912), Skálavík, 1873. Kristian Joensen av Sandi skrivaði.