Skip to main content

Frú Dagmoy

 

phd thesis feminism dissertation journal paper how to write successful college application essayCCF 122 C

TSB C 3

 

1 “Strangir, vilt tú mær boðini bera,

- for mangan ein [gyllini floy]

og inn til Boyaland skalt tú fara?”

- [Nú siglir junkarin Strangir til frú Dagmoy].

 

2 “Skal eg nú til Boyaland fara,

tretivu sveinar vil eg við mær hava.”

 

3 “Sveinarnir eru til reiðar,

um tú vilt hava fleri.”

 

4 Teir vinda síni segl so høgt í rá,

teir sigla til Boyaland í mánar tvá.

 

5 “Eg sá segl á sundi fara,

tað mundi tann harra Strangir vera.”

 

6 Hann kastar síni ankar á hvítan sand,

fyrst steig Strangir fótin á land.

 

7 Fyrst steig Strangir fótin á land,

og upp til kníggja niður í sand.

 

8 Mitt uppi í garði hann akslar sítt skinn,

so gongur hann fyri Boyakongin inn.

 

9 “Væl situr Boyakongi over eders bord,

kongen af Dannemark har sendt eder ord.

 

10 Han sender eder ord og bliden tale,

han vil eders dotter til dronning have.

 

11 Han sender eder ord og bliden ja,

han vil eders dotter til dronning fá.”

 

12 Kongurin svarar eitt orð hartil:

“Tað er ikki nógv, man hava vil.

 

13 Eg eigi ikki dóttur uttan Dagmoy ein,

henni hevði eg ætlað ein mætari svein.”

 

14 “Hvat skal hon mætari sveinin fá,

enn kongin av Dannemark med alt, hann á?

 

15 Mín harri hann eigur eitt fiskivatn,

tað rentar honum meira enn Boyakongaland.

 

16 Mín harri hann eigur eitt fiskidíki,

tað rentar honum meiri enn alt Boyakongaríki.”

 

17 “Alt førend du skalt den jomfru vinde,

før skal terning på talvbord rinde.

 

18 Alt førend du skalt den jomfru få,

før skal terning på talvbord gá.”

 

19 “I sætter eder, Strange, leg talv med mig,

min gode kåbe sætter jeg i ved.”

 

20 “Sætter du med kåben din,

så sætter jeg med kjortel min.”

 

21 Upp stóð Strangir, helt sær á gaman:

“Kjortel og kåbe bera væl saman.”

 

22 Tað fyrsta guldterning på talvbord rann,

Strangir tapti, men Dagmoy vann.

 

23 “I sætten eder, Strange, leg talv med mig,

min gode sadel sætter jeg i ved.”

 

24 “Sætter du med sadel din,

så sætter jeg goden hesten min.”

 

25 Upp stóð Strangir, helt sær at gaman:

“Saðil og hestur bera væl saman.”

 

26 Tað annað gullterning á talvborð rann,

Strangir tapti, men Dagmoy vann.

 

27 “I sætten eder, Strange, leg talv med mig,

min gode ære sætter jeg i ved.”

 

28 “Sætter du med æren din,

så sætter jeg ved helsen min.”

 

29 Upp stóð Strangir, helt sær at gaman:

“Sveinur og jomfrú bera væl saman.”

 

30 Strangir út um vindeygað sá,

hann heitir á Gud og sankta páva.

 

31 Hann tonkti pá Gud og sankta Knút,

at hann skuldi vinna tað talvið út.

 

32 Tað triðja gullterning pá talvborð rann,

Dagmoy tapti, men Strangir vann.

 

33 Upp stóð Strangir, so hart hann ló:

“Nu haver jeg telvt om eder tró.”

 

34 “Alt mítt reyðargull liggur í skrín,

det giver jeg dig for æren min.”

 

35 “Eg haldi tað ei vera kallmans líka,

sum reyðargull fyri sína kerastu vil býta.

 

36 Eg haldi tað ei vera kallmans maka,

sum reyðargull fyri sína kerastu vil taka.”

 

37 “Hoyr tað, Strangir, eg tali til tín,

er mín harri so vakur sum tú?”

 

38 “I tiga kvirr, Dagmoy, I talen ei slík,

ein svein kann ei vera sín harra lík.”

 

39 “Væl kann hann vera sín harra lík,

um hann er ikki so pengarík.”

 

40 So snart bleiv silki eftir vegnum breitt,

so bleiv Dagmoy til strandar leidd.

 

41 Teir vundu síni segl so høgt í rá,

teir sigldu til Dannemark í mánar tvá.

 

42 “Eg sá segl á sundi fara,

tað mundi hann harri Strangir vera.

 

43 Við aðrari hondini mundi hann stýra,

við aðrari helt hann Dagmoy dýra.

 

44 Við aðrari hondini stýrdi hann floy,

við aðrari helt hann dýru Dagmoy.”

 

45 Mælti tað Dagmoy, tá ið hon sá land:

“Hvad er det for en ridder, der rider efter sand?”

 

46 Mælti tá Dagmoy, tá ið hon sá heim:

“Er hetta kongsins hestasvein?”

 

47 “I tiga kvirr, Dagmoy, I talen ei so,

det er den svend, som I skal få.”

 

48 “Skamm fái tú, Strangir, tú kundi at ljúga,

mín harri hann hevur ikki meira enn eitt eyga.

 

49 Skamm fái tú, Strangir, vann meg í leik,

mín harri hann er bæði følin og bleik.

 

50 Eg vildi meg aftur í Boyakongaland,

Strangir við mína høgru hand.”

 

51 Teir kasta sínum ankar á hvítan sand,

fyrst steig Strangir fótin á land.

 

52 “Eg vildi meg aftur í Boyakongaríki,

Strangir, tú ert so væl mín líki.”

 

53 Fyrst steig Strangir fótin á land,

og Dagmoy undir hans høgru hand.

 

54 Snart bleiv silki eftir vegnum breitt,

so bleiv hon Dagmoy pá Ríparhús leidd.

 

55 “Slíkt skal eg hava fyri tróskap mín,

fyri dýru Dagmoy má eg lata mítt lív.”

 

56 Kongurin sínum svørði brá,

hann kleyv Strangir í lutir tvá.

 

57 Hann kleyv Strangir alt so smá,

- for mangan ein [gyllini floy]

líka sum tað grasið, í lundini lá.

- [Nú siglir junkarin Strangir til frú Dagmoy].

 

CCF 122 C

TSB C 3

 

Handrit: Koltursbók II, nr. 37, s. 75. Verður varðveitt á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Útgávur:

 

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 55.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 110.

 

Heimild: Úr Koltri:  Thomas Samuel Peter Rasmussen (1822-1908), Koltri, 1848.