Keisara kvæði
CCF 210 B
Einki TSB-nr.
1 Árla var um morgunin,
tá ið sólin upp rann:
“Hvør skal skjóta hundin,
sum eitur Pann?”
Hann skeyt hundin í trýnið.
2 Keisarin gongur í ‘touginen’,
togar buksur upp um síni knæ:
“Læna mær bóndans byrsu av
Selatrað!”
3 Keisarin gongur í túninum
og rennir alt í rot:
“Latið hundin fáa nú
eitt fullkomið skot!”
4 Sigga situr og bindur
eitt hosubrot:
“Lat ikki hundin falla
fyri tað fyrsta skot!”
5 Átta fylgdu hundinum
til rættarstað,
bundu hann við línur tólv
um ein mikudag.
6 Lúkuna hevði hann til krútmát,
tá ið hon var full,
proppurin var úr Breiðadal,
burtur av høvdull.
7 Ógvuligt var buldrið,
tá ið byrsan hon gekk,
eittans haglið hundurin
í trýnið tá fekk.
8 Blóðið tekur at dryppa
úr hundsins kjaft,
hjartað klappar [á] *Keisaranum,
so hann mundi skræpt.
9 Til svaraði Geipurin,
tá ið blóðið fleyt:
“Bannað veri hondin,
ið hundin skeyt!”
10 Allar sleit hann línurnar,
tann hin gamli fjendi,
oman varð hann kastaður,
tað var hansara endi.
Hann skeyt hundin í trýnið.
CCF 210 B
Einki TSB-nr.
Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854), nr. 54 (AM, Access. 4).
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 370.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 148.
Heimild: Úr Fugloy. Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.