Keisara kvæði
CCF 210 C
Einki TSB-nr.
1 Árla var um morgunin,
sólin upp rann:
“Hvør skal skjóta hundin,
sum eitur Pann?”
Hann skeyt hundin í trýnið.
2 Keisarin gongur í túninum,
togar buksur upp um knæ:
“Tær lænið mær bóndans byrsu
av Selatrað!”
3 Keisarin gongur í túninum,
og gongur alt í rot:
“Latið hundin fáa
eitt fullkomið skot!”
4 Sigga situr og bindur
eitt hosubrot:
“Latið ikki hundin falla
fyri fyrsta skot!”
5 Lúkuna hevði hann til krútmáta,
og hon var full,
proppurin var úr Breiðadal,
av høvdaull.
6 Ógvuligt var buldrið,
tá ið skotið gekk,
eittans haglið hundurin
í trýnið fekk.
7 Blóðið tók at dryppa
úr hundsins kjaft,
hjartað klappaði í *Keisaranum,
tí hann mundi tapt.
8 Til tað svaraði Geiparin,
tá ið blóðið fleyt:
“Skamm og last í hondina,
sum hundin skeyt.”
Hann skeyt hundin í trýnið.
CCF 210 C
Einki TSB-nr.
Handrit: Handrit hjá Reventlow greiva (Ny kgl. Saml. 1928, Folio).
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 370.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 150.
Heimild: Úr Streymoy. Jens Davidsen, f. í Hvalba (1803-1878), Tórshavn, 1828.