Skip to main content

 

Løgtingsvalið 2022

Á temasíðuni eru undirvísingargongdir og uppgávur um løgtingsvalið í 2022, sum eru ætlaðar øllum aldursbólkum í fólkaskúlanum og miðnámi.

Føroyar hava nógvar politiskar flokkar. Eftir løgtingsvalið í 2019 vóru Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, Tjóðveldi, Miðflokkurin, Framsókn og Sjálvstýri valdir á ting. Hesir stilla allir upp til løgtingsvalið 2022.

Fólkið velur 33 limir í Løgtingið. Val skal vera í minsta lagi fjórða hvørt ár. Samsvar er millum atkvøðutal og tinglimatal. Fær ein flokkur 21% av atkvøðunum, fær hann eisini umleið 21% av tinglimunum.

Vanliga fær ein flokkur ikki einsamallan meiriluta. Tí fer hann í samgongu við aðrar flokkar. Hesir flokkar skipa Landsstýri, meðan hinir flokkarnir eru í andstøðu.

Til læraran

Fram til løgtingsvalið 8. desembur fer Snar at leggja uppgávur á hesa temasíðuna um Løgtingsvalið 2022. Ætlanin er, at okkurt nýtt verður lagt á síðuna hvønn dag.

Frámerkt er við hvørja uppgávu, hvønn aldursbólk hon hóskar til.

Snar tekur fegin móti undirvísingartilfarið, sum lærarar liggja inni við. Tað kann sendast til snar@snar.fo

 Her eru uppgávur til Løgtingsvalið 2019 » 

  

Løgtingsskattaveiða

 Til hádeild og miðnám  

Er Løgtingsvalið megarotið? Hevur tú einki skil fyri politikki? Ongan áhuga? Hevur tú bestan hug at sløkkja ella skrolla víðari, tá ein politikari roynir at fáa uppmerksemi?

Kanska kann ein lítil skattaveiða kveikja tín áhuga. Kanska eru onkrir gullklumpar at finna, ið tú kanst taka við tær. Kanska vísir okkurt valevni seg at vera ein sannur gullklumpur? Undir øllum umstøðum er eitt satt gullnám av vitan at finna, um bara tú leggur í at leita.

Far til skattaveiðuna

 

 

 Til fólkaskúla 

Plakatveiða

Lærarin ger bólkar við tveimum næmingum í hvørjum. Síðan fara næmingarnir gongutúr at taka myndir av valplakatum. Lærarin ger av, um allur flokkurin fylgist, ella um bólkarnir fara har teir vilja. Næmingarnir kunnu eisini taka myndir av valplakatum eftir skúlatíð.

Uppgávur á myndatúrinum

  1. Takið myndir av valevnum úr tykkara bygd ella býi
  2. Takið myndir av øðrvísi plakatum
  3. Roynið at taka myndir úr stuttligum vinklum

Uppgávur í skúlanum

  1. Bólkarnir velja í mesta lagi 6 myndir hvør at vísa fram í flokkinum
  2. Bólkarnir skriva myndatekst til útvaldu myndirnar
  3. Lærarin vísur útvaldu myndirnar á talvuni, og tosar við flokkin um myndirnar.
  4. Myndirnar kunnu leggjast á heimasíðuna hjá flokkinum, um flokkurin hevur eina

Um tit hava hug, kunnu tit senda myndirnar til snar@snar.fo, so leggja vit tær á hesa temasíðuna. Tað hevði verið stuttligt, um vit fingu myndir úr øllum landinum.
 

Søgulig valúrslit á netinum

 Til miðdeild og hádeild 

Nú fara vit at hyggja eftir valtølum, hvussu føroyingar hava atkvøtt á løgtingsvalum gjøgnum tíðirnar.

Á heimasíðuni valurslit.fo eru søgulig valúrslit frá Løgtingsvalum og Fólkatingsvalum.

Spurningar um seinsta løgtingsval

  1. Hvør flokkur fekk flestar atkvøður?
  2. Hvussu nógvir flokkar stillaðu upp?
  3. Hvat valevni (fólk) fekk flestar atkvøður?
  4. Hvørjir flokkar komu inn á ting?
  5. Hvørjir flokkar komu ikki inn á ting?
  6. Kenna tit nakran, sum stillaði upp? Finnið viðkomandi

Spurningar um øll løgtingsvalini

  1. Hvør flokkur hevur fingið størsta prosentpart av atkvøðunum nakrantíð?
  2. Hvør hevur fingið flestar persónligar atkvøður í einum løgtingsvali.
  3. Hvør flokkur hevur havt størstu framgongdina frá einum vali til annað?
  4. Hvør flokkur hevur havt størstu afturgongdina frá einum til annað?