Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Móritania


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Nouakchott

Vídd: 1.025.520 km2

Fólkatal: 3.129.486

Almentmál:
franskt, Hasanija arabiskt og Wolof

Átrúnaður: 
islam 100%

Stýrirlag: 
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
ougnuioya (MRO)

Móritania

Móritania er meiri enn tvær ferðir so stórt sum Spania, men har búgva færri fólk enn í Madrid. Tað er tí eitt av strálbygdastu londunum í heiminum. Seinastu árini er nógv fólk flutt av bygd at arbeiða í býunum, og fólkatalið í høvuðsstaðnum Nouakchott er vaksið úr 20.000 upp í 900.000 síðan 1960. Máttmesta fólkið í landinum og tey, ið hava politiska valdið, eru arabisku mórarnir fyri norðan, men svarta fólkið fyri sunnan er hart ímóti at standa undir teimum. Námsvinna er týdningarmikil vinna, tí at nógv kopar, gull, fosfat og onnur steinsløg eru í Móritania. Turkur er stórt vandamál í hesum parti í Afrika.

Fiskiskip úr øllum londum í heiminum fiska við strendurnar í Móritania, har nakrir av bestu fiskigrunnum í Vesturafrika eru. Ásett er við lóg, at allur fiskur, ið verður veiddur í móritanskum sjógvi, skal verða avreiddur og virkaður í Móritania, áðrenn hann verður fluttur út. Men framtíðarútlitini fyri fiskivinnuni eru óviss, tí at stór nóta- og trolskip trároyna fiskastovnarnar.

Tveir triðingar av Móritania eru í Sahara, og bara lendið fram við Senegalá er nýtiligt sum landbúnaðarjørð. Lendið har ímillum er oyðimarkarkent, nevnt Sahel, tað er beiti hjá flakkfólki. Her er javnan turkur, og jarðartýningin er stór og versnar alsamt, tí at fólkið høggur tey fáu trøini, ið eru, til brenni, og neytafylgini rótbíta, so at svørðurin losnar. Tí breiðir oyðimørkin seg skjótt suðureftir.
 

Vesturafrika

Fyri øldum sínan vóru stór ríki, t.d. Ashantiríki og Maliríki, í tí øki, sum verður nevnt Vesturafrika. Søgur um nógv gull drógu evropearar higar, og í 1880-árunum var næstan alt Vesturafrika evropeiskt hjáland. Vesturafrika vann ikki sjálvræði aftur fyrr enn í 1960-árunum. Hóast nógv olja, gull, viður og annað náttúrutilfeingi er her, eru næstan øll 15 londini í Vesturafrika fátæk lond. Her búgva ógvuliga mong fólkasløg - bara í Nigeria help me write my research paper recommendation sample for research paper writing a persuasive papereru fleiri enn 200 fólkasløg og ættarbólkar. Stóra fátækadømið og stríð ímillum fólkasløgini hava verið atvold til drúgvan politiskan ófrið í flestum londum í Vesturafrika.

Vesturafrika kann sigast at vera býtt sundur í ein norðara og ein sunnara part, tá ið talan erum veðurlag og landslag; sama kann verða sagt um tað átrúnaðarliga. Fyri norðan eru flestu fólk muslimar, fyri sunnan eru mong fólk kristin. Í øllum Vesturafrika eru eisini gamlir afrikanskir átrúnaðir, t.d. voodoo, sum er vanligur í Benin.

Fórt tú eina ferð norðaneftir og suður ígjøgnum hesi stóru lond, hevði tú sæð ógvuliga hugtakandi og fjølbroytt tropulandslag. Gróðurin hevur lagað seg eftir, hvussu nógv avfallið er. Suðuri við strondina regnar illa, men fyri norðan regnar lítið, og har er javnan ringur turkur. Sumstaðni er regntíð einar 4-6 mánaðir. Tað, ið eftir er av árinum, kemur ikki dropi av luftini.

Í hesum parti í Afrika eru tvey púra ólík sløg av búnaðarfólki - bøndur og flakkfólk. Bøndurnir hava bygt sær hús tætt við smáu jarðarteigar sínar, har teir dyrka grøði til seg og síni. Summir dyrka eitt sindur at selja, t.d. kakao ella oljutrø. Flakkfólkini, t.d. fulanifólkið, fara tvørtur um alt økið við fenaði sínum at fáa fenaðin á beiti. Flestu flakkfólkini búgva í turrlendinum fyri norðan, har illa ber til at dyrka jørðina.

Kornsløgini hirsa og rís verða dyrkað víða um í Vesturafrika. Hirsa er vanlig grøði í  turra lendinum fyri norðan, men rís veksur best, har avfallið er nógv, soleiðis er eisini við rótplantum sum t.d. jamsrót og maniok. Ein hin best dámdi rætturin er jarðnøtastúvningur og jollofrís, ið er senegalskur serrættur av rísi, tomat, leyki og kryddi, sum verður etin aftur við steiktum kjøti.

Maniok og jamsrót verða kókað og etin t.d. aftur við fiski, høsnarungum ella geitakjøti.

Norðari partur í Vesturafrika er í heitasta Sahara. Her veksur næstan einki. Oyðimørkin breiðir seg ella minkar eftir, hvussu turt tað er í útryðjuni í oyðimørkini. 

Karga og turra graslendið og runnalendið norðuri í útryðjuni í oyðmørkini verður nevnt Sahel - orðið merkir oyðimarkarstrond á arabiskum. Bara heilt fá trø vaksa í hesum lendi.

Longri suðuri regnar meir - her er savannan, ið eru víðar grasfløtur. Har vaksa akasiutrø, baobabtrø og onnur trø spjødd. Stórur partur í Vesturafrika er savanna.

Suðuri við strondina regnar illa; her veksur tropuskógur. Her eru mong dýr, og her vaksa nógvar plantur, men ikki í so stórum meingi sum í regnskógunum í Miðafrika.