Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Butan


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Thimbu

Vídd: 47.000 km2

Fólkatal: 699.847

Almentmál:
dzongkha

Átrúnaður: 
buddisma 75% hinduisma 25%

Stýrirlag: kongligt einaveldi

Gjaldoyra: 
ngultrum (BTN)

Butan

Kongsríkið Butan er gátuført og lítið kent land, tí at tað var stongt fyri umheiminum langt upp í 1970-árini. Eisini er ringt at koma fram í óføra fjallalendinum. Náttúrutilfeingi er lítið; men har eru nógvar stríðar áir, og tey eru farin at byggja vatnorkuverk. Butan er buddiskt land, og kongurin, nevndur drekakongurin, er einaveldugur.

Um 70% av fólkinum í Butan er drupkar, ið eru ættaðir úr Tibet. Í 1990 elvdu samanbrestir ímillum drupkar og lotsampafólkið, ið er ættað úr Nepal, til harðligar mótmælisgongur ímóti kongsveldinum. Hetta hevði við sær, at Butan varð stongt fyri útlendingum.