Tibet
Lyklatøl
Høvuðsstaður: *
Lhasa
Vídd: 1.228.400 km2
Fólkatal: 2.910.000
Almentmál:
tibetanskt
Átrúnaður:
hinduisma
Stýrirlag:
Sjálvstýrandi øki
Gjaldoyra:
yuan (renminbi) (CNY)
* Hetta er fyri Sjálvstýrandi øki Tibet (Tibet Autonomous Region), sum ikki fevnir um tað sama sum
etno-mentanarliga Tibet.
Tibet
Tibet, sum áður var sjálvstøðugt ríki, hevur staðið undir Kina síðan 1950, tá teir hertóku landið verður nevnt "tekja heimsins", tí at tað liggur so høgt. Tibetanar eru frómir buddistar, og kinverski kommunistaflokkurin, ið er ímóti øllum átrúnaði, hevur kúgað og roynt at oyðilagt buddistisku læru teirra. Kortini er átrúnaðurin enn sterkur í Tibet, og fólkið livir eitt trúrøkið lív, alsamt í bøn. Tey heingja upp bønarfløgg við bønum, ið skulu veita teimum eydnu og ríkidømi.
Stríð er ímillum Tibetansku stjórnia í útlegd, við Dalai Lama á odda og kinversku stjórnina um rættin hjá Tibet at vera sjálvstøðugt land. Tibetanar meta kinverska stýrið í Tibet sum ólógliga hertøku av landinum.
Av tí at tað ikki er samsvar ímillum tað Sjálvstýrandi tibetanska øki í Kina og tað etno-mentunarliga Tibet, ið stjórnin í útlegd ger krav uppá er tað ógvuliga torført at siga hvussu stórt landið - sum ikki er eitt land - er, samstundis er tað eisini torført at siga nakað um fólkatalið.
Eysturasia
Høvuðsríkið í Eysturasia er ovurstóra Kina, men har eru eisini stormbarda flatnalendi í Mongolia, Norðurkorea og Suðurkorea, fruktagóða oyggin Teivan og gomlu, smáu hjálondini Hongkong og Makao. Kina er av fjølbroyttastu londum. Fyri vestan hækkar oyðimarkarkenda lendið upp í djúpar dalar og høg fjøll. Í norðara parti í Kina á markinum móti Mongolia er turra og oydna Gobioyðimørk. Í Eysturkina og Norður- og Suðurkina er nógvur landbúnaður í áardølunum og á víða slættlendinum. Haðan kemur matur til allar milliónirnar, sum búgva í mongu býunum fram við strondini og inni í landinum.
Fáar áir í heiminum gera so stóran skaða sum Gulaá, ella Huang Heá. Javnan hevur hon floymt upp um áarbakkarnar og verið atvold til, at túsundtals fólk eru druknað. Tí verður hon eisini kallað „Neyð Kina". Sum hon rennur eystur ígjøgnum Miðkina, ber hon nógva fína mold, nevnd fokdust, við sær. Moldin litar ánna gula, haðan er navnið Gulaá komið.
Ein av aðalhugsjónunum í gamla kinverska átrúnaðinum, konfusianismuni - nevnd eftir kinverska heimspekinginum Kungfutzu - er trúskapur ímóti ættini og virðing fyri forfedrunum. Tí eru mangir siðir knýttir afturat siðbundnum jarðarferðum í Eysturasia. Hesir siðir skulu vissa, at tí deyða skal einki skorta hinumegin. Á gravarbakkanum ofra tey, ið varða av, mat og brenna pappírspengar og myndlar av bilum, súkklum og øðrum lutum, sum sálin skal hava við sær til himmals
Kinamúrurin, sum ringir seg ígjøgnum Norðurkina eystan úr Gulahavi og vestur til oyðimerkurnar í Miðásia, má sigast at vera eitt av undurverkunum úr fornøld. Farið varð at laða múrin í 4. øld f. Kr., men meginparturin av honum varð gjørdur í 14. øld at verja kinverskar bøndur fyri flakkfólki úr Mongolia. Múrurin er heimsins longsta bygningsverk, næstan 6.400 km langur.