Mongolia
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Ulan Bator
Vídd: 1.565.000 km2
Fólkatal: 3.086.918
Almentmál:
khalkhamongolskt
Átrúnaður:
tibetiskir buddistar, muslimskur minniluti
Stýrirlag:
fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra:
tugrik (MNT)
Mongolia
Fjarskotna of strálbygda landið Mongolia var einaferð miðdepil í einum stórum heimsríki. Meginpartin av 20. øld hevur landið verið kommunistiskt, og tað hevði gott samband við Sovjetsamveldið, til fólkavalt stýrið tók við í 1990. Mesta fólkið býr miðskeiðis í landinum, har tey liva av at halda fenað á víðu grasfløtunum. Veðurlagið er harðført: summarið stutt og veturin langur og kaldur. Fyri norðan og vestan er Mongolia umgirt av høgum fjøllum, og fyri sunnan er Gobioyðimørk. Stórt náttúrutilfeingi er í landinum, helst kol og olja, men tað var ikki fyrr enn í 1990 árunum, at farið var at vinna út hetta tilfeingið.
Flakkbøndurnir í Mongolia fara víða um við fenaði sínum; vanligastu dýrini eru jakkneyt og onnur neytasløg, seyður, geit, kamelar. Um summarið verður fenaðurin rikin langt niðan í fjøllini, har hann gongur á biti, til veturin kemur, og farið verður oman aftur á slættlendið. Jakkneytið hevur lagað seg til harðføra veðurlagið í Mongolia, og tað veitir bóndunum mjólk, smør, kjøt og ull. Tey nýta serlig, strýtuskapað tjøld, nevnd jurt.
Í 13. øld legði mongolhøvdingin Djengis Khan undir seg ovurstórt heimsríki, ið fevndi um meginpartin av Miðásia og Kina. Tá ið hann doyði, var sagt, at tað var næstan eitt ár at ríða úr øðrum enda í annan í ríki hansara. Sonarsonur hansara Kublai Khan tók við eftir hann, men í 14. øld legði Kina stórar partar av ríkinum undir seg aftur.
Høvuðsstaðurin í Mongolia er miðdepil í landsins vega- og jarnbreytakervi. Fyri hundrað árum síðan var Ulan Bator lítil landsbýur, men kommunistastyrið gjørdi býin til stórbý. Ávirkanin úr Sovjetsamveldinum sæst týðiliga á mongum almennum húsum í býnum.
Mangir mongolar eru framúr kringir á rossabaki. Alt frá tí barnið dugir at sita, lærir tað at ríða, og longu trý ára gamalt hevur tað tamarhald á rossi. 11. juli á hvørjum ári kunnu tey vísa, hvat tey duga, tí tá er Nadam-stevnan, ið verður hildin um alt landið. Tá verður m.a. kappast í kappríðing, bogaskjóting og glíming.
Eysturasia
Høvuðsríkið í Eysturasia er ovurstóra Kina, men har eru eisini stormbarda flatnalendi í Mongolia, Norðurkorea og Suðurkorea, fruktagóða oyggin Teivan og gomlu, smáu hjálondini Hongkong og Makao. Kina er av fjølbroyttastu londum. Fyri vestan hækkar oyðimarkarkenda lendið upp í djúpar dalar og høg fjøll. Tibet, sum áður var sjálvstøðugt ríki, men sum Kina hertók í 1950, verður nevnt „tekja heimsins", tí at tað liggur so høgt. Í norðara parti í Kina á markinum móti Mongolia er turra og oydna Gobioyðimørk. Í Eysturkina og Norður- og Suðurkina er nógvur landbúnaður í áardølunum og á víða slættlendinum. Haðan kemur matur til allar milliónirnar, sum búgva í mongu býunum fram við strondini og inni í landinum.
Fáar áir í heiminum gera so stóran skaða sum Gulaá, ella Huang Heá. Javnan hevur hon floymt upp um áarbakkarnar og verið atvold til, at túsundtals fólk eru druknað. Tí verður hon eisini kallað „Neyð Kina". Sum hon rennur eystur ígjøgnum Miðkina, ber hon nógva fína mold, nevnd fokdust, við sær. Moldin litar ánna gula, haðan er navnið Gulaá komið.
Ein av aðalhugsjónunum í gamla kinverska átrúnaðinum, konfusianismuni - nevnd eftir kinverska heimspekinginum Kungfutzu - er trúskapur ímóti ættini og virðing fyri forfedrunum. Tí eru mangir siðir knýttir afturat siðbundnum jarðarferðum í Eysturasia. Hesir siðir skulu vissa, at tí deyða skal einki skorta hinumegin. Á gravarbakkanum ofra tey, ið varða av, mat og brenna pappírspengar og myndlar av bilum, súkklum og øðrum lutum, sum sálin skal hava við sær til himmals
Kinamúrurin, sum ringir seg ígjøgnum Norðurkina eystan úr Gulahavi og vestur til oyðimerkurnar í Miðásia, má sigast at vera eitt av undurverkunum úr fornøld. Farið varð at laða múrin í 4. øld f. Kr., men meginparturin av honum varð gjørdur í 14. øld at verja kinverskar bøndur fyri flakkfólki úr Mongolia. Múrurin er heimsins longsta bygningsverk, næstan 6.400 km langur.