Taivan
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Taipai
Vídd: 35,750 km2
Fólkatal: 23.024.956
Almentmál:
kinverskt
Átrúnaður:
buddisma, konfusianisma og taoisma 93%, kristindómur 5% og aðrir 2%
Stýrirlag:
fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra:
taivanskur dollari (TWD - NT$)
Taivan
Tá ið portugisiskir sjófarar fyrstu ferð komu til Taivan í 1590, nevndu teir oynna Ilha Formosa - "Oyggin Vakra", tí hon var so fruktagóð, og fjøllini vóru so vøkur. Taivan, sum í mong ár var partur í Kina, hevur verið avbyrgt frá kinverska meginlandinum síðan 1949, tá ið tjóðskaparstjórnin flýddi út í oynna, eftir at hon hevði tapt borgarakríggið ímóti kommunistunum. Stýrið í Taivan sigur seg enn verða lógliga stjórnarvaldið í øllum Kina, og Fólkalýðveldið Kina (Taivan verður eisini rópt Lýveldið Kina) sigur Taivan verða kinverskan landslut. Fá lond hava viðurkent Taivan sum sjálvstøðugt ríki. Kortini er búskapurin sterkur, og Taivan flytur út nógva ídnaðarvøru, ið verður seld víða um heimin.
Mestu tíðina av 120 ára longu søgu síni hava húsini í býnum ikki boðið sær nógv út fyri verðini. Men seinastu tjúgu árini er broyting komin í, og høvuðsstaðurin, Taipei, er vorðin nútímans hátøknibýur við mongum háhúsum, almennum bygningum og væl røktum býarlundum. Næstan 3 mió. fólk búgva í býnum, sum veksur skjótt. Ein avleiðing av hesum er ring dálking og stórir ferðslutrupulleikar. Mong koyra til arbeiðis á motorsúkklu, og tað ger, at roykurin, ið mestsum alt árið hongur sum eitt skýggj yvir býnum, alsamt tjúknar.
Frá at vera fátæk oyggj, landbúnaður var mestsum einasti vinnuvegur, hevur Taivan seinastu árini havt eina ta størstu ídnaðarmenningina í heiminum. Landið flytur út um allan heim elektrónikk og elektróniskar vørur, maskinur, klæði, skógvar, ítróttaútgerð, sjónvørp og klokkur. Stóru útflutningsinntøkurnar verða nýttar at keypa olju og aðra rávøru fyri, tí at lítið náttúrutilfeingi er í oynni.
Gomul kinversk opera er høgt í metum í Taivan. Evnið í operuni er einfalt, og ofta er tað góða sett upp ímóti tí ónda. Næstan einki verður sagt á leikpallinum. Tað eru rørslur sjónleikaranna, búnarnir og andlitssmyrslið, sum lýsa fólkini og søgugongdina.
Langt fyri, at kinverjar komu til Taivans, búðu mong fólkasløg har. Tey talaðu egið mál, men mangir siðir og gerandislív líktist. Kinverjar komu hagar í 17. øld, og sum tíðin leið, løgdu teir oynna undir seg og trokaðu burtur upprunafólkið, ið nú á døgum bara er 2% av fólkinum í Taivan. Fjølmentasta upprunafólkið nú er amifólkið, sum eru dugnaligir leirkerasmiðir og bøndur. Amifólkið býr í stórum bygdum, og heima eru tað konufólkini, ið ráða.
Størstu átrúðnairnir í Taivan eru buddisma, taoisma og konfusianisma. Hesir átrúnaðir líkjast nógv, og mong fólk trúgva á partar úr øllum trimum. Taoisman, ið tók seg upp í Kina um 300 f. Kr., er vegurin (tao) til einfalt lív og levnað leys av øllum jarðligum strevi. Endamálið hjá taoistum er at liva í samljóði við náttúruna, so at javnvág verður ímillum tann óvirkna kvinnupartin av likaminum (yin) og tann virkna mannpartin (yang).
Eysturasia
Høvuðsríkið í Eysturasia er ovurstóra Kina, men har eru eisini stormbarda flatnalendi í Mongolia, Norðurkorea og Suðurkorea, fruktagóða oyggin Teivan og gomlu, smáu hjálondini Hongkong og Makao. Kina er av fjølbroyttastu londum. Fyri vestan hækkar oyðimarkarkenda lendið upp í djúpar dalar og høg fjøll. Tibet, sum áður var sjálvstøðugt ríki, men sum Kina hertók í 1950, verður nevnt „tekja heimsins", tí at tað liggur so høgt. Í norðara parti í Kina á markinum móti Mongolia er turra og oydna Gobioyðimørk. Í Eysturkina og Norður- og Suðurkina er nógvur landbúnaður í áardølunum og á víða slættlendinum. Haðan kemur matur til allar milliónirnar, sum búgva í mongu býunum fram við strondini og inni í landinum.
Fáar áir í heiminum gera so stóran skaða sum Gulaá, ella Huang Heá. Javnan hevur hon floymt upp um áarbakkarnar og verið atvold til, at túsundtals fólk eru druknað. Tí verður hon eisini kallað „Neyð Kina". Sum hon rennur eystur ígjøgnum Miðkina, ber hon nógva fína mold, nevnd fokdust, við sær. Moldin litar ánna gula, haðan er navnið Gulaá komið.
Ein av aðalhugsjónunum í gamla kinverska átrúnaðinum, konfusianismuni - nevnd eftir kinverska heimspekinginum Kungfutzu - er trúskapur ímóti ættini og virðing fyri forfedrunum. Tí eru mangir siðir knýttir afturat siðbundnum jarðarferðum í Eysturasia. Hesir siðir skulu vissa, at tí deyða skal einki skorta hinumegin. Á gravarbakkanum ofra tey, ið varða av, mat og brenna pappírspengar og myndlar av bilum, súkklum og øðrum lutum, sum sálin skal hava við sær til himmals
Kinamúrurin, sum ringir seg ígjøgnum Norðurkina eystan úr Gulahavi og vestur til oyðimerkurnar í Miðásia, má sigast at vera eitt av undurverkunum úr fornøld. Farið varð at laða múrin í 4. øld f. Kr., men meginparturin av honum varð gjørdur í 14. øld at verja kinverskar bøndur fyri flakkfólki úr Mongolia. Múrurin er heimsins longsta bygningsverk, næstan 6.400 km langur.