Finnland
Høvuðsstaður: Helsinki
Vídd: 338.130 km2
Fólkatal: 5.259.250
Alment máldownload autodesk maya free autocad 2000 free training tutorial numero de serie de autodesk maya unlimited 2008 autodesk navisworks manage 2011 oem autodesk inventor 11 fr: finskt, svenskt
Átrúnaður: kristindómur 90%, aðrir 10%
Stýrðislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: evra (EUR)
Finnland
Suomi, sum landið eitur á finskum, er norðasta sjálvstøðuga land í heiminum eftir Ísland. Ein loftmynd av Finnlandi hevði víst okkum eina vakra landslagsmynd við frostmýrum, skógum, mýrum og mest sum ótaldum vøtnum, hólmum og oyggjum. Størsti parturin av landinum er skógur, har fura, grann og bjørk vaksa; kavin liggur næstan allan veturin. Í øldir var Finnland undir svenskum yvirvaldi, til tað kom undir Russland í 1803. Finnland gjørdist sjálvstøðugt land í 1917. Finska mentanin er ólík mentanini í hinum Norðurlondum, og finskt er ikki skylt við norrønu málini.
Um 10% av Finnlandi eru vøtn, og tilsamans eru tey um 70.000, og verður Finnland tí javnan nevnt "landið við teimum 1000 vøtnunum". Størsta vatnið er Saimaavatn við fleiri hundrað oyggjum og hólmum. Ferjusigling er vanligasta ferðasambandið ímillum oyggjarnar fram við strondini. Um veturin mega ísbrótarar javnan bróta ísin, so farmaskip og ferjur fáa siglt fram við strondini.
Høvuðsstaður Finnlands, Helsinki, er út ímóti havinurn og liggur opin og frítt fyri. Í býinum er óføra góð havn, og frarn við havnalagnurn er sølugøta, har fólk selja fisk, frukt, grønmeti og blómur. Í Helsinki eru mong spennandi og nýmótans hús bygd soleiðis, at tey hóska saman við tí gamla og skapa ein serligan finskan byggistíl.
Viður er høvuðstilfar í hesum skógarlandinum - Finnland og Svøríki eru tey lond í Evropa, ið høgga mest av grann og øðrum viði. Trøini verða flutt til sagvirkini, har sumt verður sagað til plankar og bretti, sumt gjørt til krossvið og spønuplátur og sumt malið og kókað til pappírstilfar. Tá ið viðurin verður kókaður, fæst træspritt, sum verður brúkt í evnafrøðiídnaðinum. Saguspønir, børkur o. a. avlop verður brent í orkuverkum.
Norðastu partarnir í Noregi, Svøríki og Finnlandi verða nevndir Sámaland eftir sámunum, ið búgva í hesum víðføra landøki. Sámarnir hava egið mál og serstaka mentan og royna at vinna sær sørri sjálvræði í landøki sínum. Hjá mongum sámum er reindýrahald enn høvuðssvinna, men gongdin er, at teir meir og meir liva sum øll hini fólkini í hesum londum.
Siðurin at hava baðstovu kom úr Russlandi til Mið- og Norðurevropa í miðøld. Hon gjørdist væl umtókt í Finnlandi, og í flestu finsku húsum er baðstova, "sauna". Hetta er lítið, brennandi heitt rúm, har fólk sita og hvíla seg og "sveitta seg reinan". Javnan oysa tey vatn á heitu steinarnar á ovninum, so at stovan fyllist við heitari guvu. Siður er, at alt húskið fer í baðstovu eina ferð um vikuna.
Tjóðardagur finna er 6. desember. Tá hátíðarhalda finnar frælsisyvirlýsingina frá 1917, tá Finnland gjørdist frælst frá Russlandi.