Skip to main content

 

 

Skandinavia

Tey trý Nordurlondini Svøríki, Noreg og Danmørk verða kallað Skandinavia. Saman við grannalandinum Finnlandi er hetta ovurstórt landøki; her býr lítið fólk, men umstøðurnar eru góðar, og samfelagsskipanin er soleiðis, at øll skulu eiga part í vælferðini. Stórir partar av Noregi, Svøríki og Finnlandi eru skógvaksnir, og har eru mong vøtn, tí at skriðjøklarnir gróvu djúpar lægdir í lendið í seinastu ístíð. Stór fjallalendi eru í Noregi og Svøríki, men Finnland og fruktagóða Danmørk eru sløtt láglendi. Hesi fýra londini og Ísland, Føroyar, Grønland og Áland verða undir einum nevnd Norðurlond.

Fólkið í Norðurlondum

Meginparturin av fólkinum í hesum londum býr í býum við strendurnar ella við tey stóru vøtnini. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. Flestu áirnar kundu ikki so væl nýtast til nógvan flutning, tí at tær eru ov smáar ella renna so stríðar. Allir norðurlendsku høvuðsstaðirnir eru við sjógvin. Á myndini er Stockholm. Hann er á eysturstrond Svøríkis

Miðnáttarsól

Norðastu partarnir í Norðurnoregi, Norðursvøríki og Norðurfinnlandi eru norðan fyri norðurpólkring. Á hásumri setur sólin ikki her - og tað er ljóst alt samdøgrið. Á hávetri rísur sólin ikki - tað er myrkt alt samdøgrið. Longri norður vit koma, longri er midnáttarsól og eisini vetrarmyrkur. Norðast í hesum londum er myrkt næstan tveir mánaðir um veturin.

Snið

Skandinavisku londini og Finnland eru gitin fyri einføldu og reinu sniðini á tí, tey gera, eitt snið, sum er væl umtókt aðrastaðni. Svenskir sniðskaparar komu sær serliga fram í 1960-árunum. Vælumtókt snið hevur gjørt, at svenskir bilar, t.d. Saab og Volvo, ravmagnsamboð, klædnavørur, glassvørur og húsbúni úr svenskum nálaviði eru høgt í metum í útlondum.