Italia
Lyklatøl
Høvuðsstaðurpurchase cheap oem autodesk autocad lt 2010 online autodesk building design suite ultimate 2014 buy discount autodesk autocad revit architecture 2010 autodesk inventor downloads cheap autodesk inventor professional 2012 oem price for autocad lt: Róm
Vídd: 301.318 km2
Fólkatal: 58.877.000
Almentmál: italskt
Átrúnaður: kristindómur 100%
Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: evra
Italia
Stóran part av søgu sínari hevur Italia verið sundurbýtt land. Fyrstu ferð ríkið varð sameint var í rómverjatíðini, tá ið Italia var miðdepil í stóra og máttmikla Rómverjaríkinum. Í miðøld var landið býtt sundur í mong ríki, og tað varð ikki savnað aftur fyrr enn í 1870. Stivlaskapaða landið er norðan úr høgu, jøkulsklæddu Alpunum suður í turra, heita fjallalendið, langt suðuri í Miðjarðarhavi. Sardinia og Sikiloy, ið eru størstu oyggjar í Miðjarðarhavi, hoyra báðar til Italia. Beint sunnan fyri Sikiloy er lítla sjálvstøðuga oyggjalandið Malta. Á italska meginlandinum eru tvey smá ríki, San Marino og Vatikanríkið.
Italia er land við ríkari søgu, og serliga tvey tíðarskeið: Rómverjatíðin í fornøld og endurreisnartíðin, sum tók seg upp í 15. øld, hava veitt landinum dýran mentanararv. Hóast Italia nú á døgum er av fremstu ídnaðarlondum í heiminum, er stórur munur á ríku ídnaðarøkjunum fyri norðan og fátækaru landbúnaðarøkjunum fyri sunnan. Stóri búskaparligi munurin elvir til spenning í landinum og er ein av atvoldunum til mongu stjórnarskiftini. Flestu fólk í Italia eru katolikkar.
Mangir italskir býir eru høgt mett ferðamannamál, tí í fáum býum í heiminum er so mangt spennandi at síggja. Nevnast kunnu fornminnini í Róm og borgirnar og kirkjurnar í Florens, har endurreisnin tók seg upp í 15. øld. Mong koma eisini til skíðstaðirnar og vøtnini fyri norðan. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning í Italia.
Fólk í Italia hava trý tjóðarítriv, skjótar bilar, fótbólt - og operu. Operan tók seg eisini upp í Italia, og italskir operasangarar, sum t.d. Pavarotti, eru kendir um allan heim. Italska operan er nakað serligt, tí at hon er partur av gerandislívinum og ikki bara frítíðarítriv hjá nøkrum fáum ríkfólkum, sum vanligt er aðrastaðni.
Ættarbondini eru sera sterk í Italia, og rættiliga vanligt er, at bæði trý og fyra ættarlið búgva undir somu lon ella dur um dur. Tá ið máltíðirnar verða etnar, er alt húsið savnað. Italski kosturin er ymiskur úr landsluti í landslut. Fyri norðan eta tey ofta rís ella "polenta", gjørt av maismjøli; annars er pasta alvanligur kostur í Italia. Olivinolja og nýupptikið grønmeti verða nógv nýtt í italskari matgerð.
Alpurnar eru tvørtur um norðasta part í landinum. Frá Po-fløtuni og mitt suður ígjøgnum alt landið er fjallaryggurin Appenninafjøll, ið ganga suður ígjøgnum alt landið og taka seg upp aftur á Sikiloy. Fjallalendið, sum áður var avtakið við skógi, er nú mest berligt kjarrlendi. Mesti landbúnaðurin er á láglendinum.
Italia, sum fyrr var landbúnaðarland, er nú ríkt ídnaðarland. Av tí at næstan eingi ráevni er í landinum, mega teir flyta inn ráevni, sum vælútbúna arbeiðsmegin ger til lidnar vørur, t.d. teldur. Italia er eitt av fremstu londum í heiminum, tá ið talan er um at evna snið á ídnaðarvørum.
Á bygd í Italia eru nógvir smáir garðar, sum alt húsfólkið rekur, og ofta hava bøndurnir annað arbeiði framíhjá. Á fruktagóðu Po-fløtuni í Norðuritalia verður ymisk grøði dyrkað síð um síð. Korn, frukttrø, vínber og grønmeti verða dyrkað um alt landið, men oljuberjatræið veksur best í syðru landspørtunum. Italia ger nógvar fruktúrdráttir, vín og olivinolju.