San Marino
Lyklatøl
Høvuðsstaður: San Marinobýur
Vídd: 61 km2
Fólkatal: 30.321
Almentmál: italskt
Átrúnaður: kristindómur 96%, aðrir 4%
Stýrðislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: evra
San Marino
Hetta lítla fjallalandið, nakað norðarlaga í Italia, er minsta lýðveldi í Evropa. Tað er eisini ímillum tey elstu, helst grundað um ár 900. Í miðøld var Italia býtt sundur í rík, valdmikil býarríki, sum Venezia og Florens. Hesi ríki vórðu, sum tíðin leið, limað inn í onnur, størri landøki, men San Marino megnaði at hava sjálvræði sítt. Hóast landið er av smæstu londum, hevur tað fótbóltslandslið, sum er við í undankappingunum til HM og EM í fótbólti.
Náttúrutilgeingið er lítið í San Marino, og blómandi ferðavinnan er størsta inntøkukelda landsins. Miðaldarborgin Rocca er sum tikin úr einum ævintýri.