Monako
Lyklatøl
Høvuðsstaður: Monako
Vídd: 1,95 km2
Fólkatal: 33.000
Almentmál: franskt
Átrúnaður: kristindómur 95%, aðrar 5%
Stýrirlag: fúrstadømi
Gjaldoyra: evra
Monako
Lítla ríkið Monako er á Miðjarðarhavsstrondini, tætt við italska vesturmarkið. Mitt inni í landinum er býurin Monte Carlo, kendur fyri sítt spælikasino og Grand Prix-kappkoyringina. Monako er frælst fúrstadømi, og síðan 1297 hevur Grimaldiættin stýrt landinum. Frá 1641-1817 var Monako saman við Fraklandi. Bara lítil partur av fólkinum er úr Monako; meiri enn helmingurin eru franskir borgarar.
Lýggja veðurlagið í Monako og glæsiliga umdømi landsins draga túsundtals ferðafólk. Nógv ríkfólk flyta hagar at búgva, tí skatturin er lágur. Mong teirra hava stórar stuttleikabátar liggjandi fyri teymi í gomlu havnini. Monako er eisini altjóða handilsmiðdepil.