Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Slovenia


Lyklatøl

Høvuðsstaðurphd thesis robert eversole michigan state how to write research report: Ljubljana

Vídd: 20.250 km2

Fólkatal: 2.002.000

Almentmál: slovenskt

Átrúnaður: kristindómur 96%, aðrir 4

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra

Slovenia

Fjallalandið Slovenia er í Útnyrðingspartinum á Balkan. Eftir at hava staðið undir Eysturríki og síðan verið samveldisríki í Jugoslavia, gjørdist landið frælst í 1991. Vakra landslagið við høgum fjøllum, vøtnum og skógum dregur mong ferðafólk. Kríggið í gomlu samveldislondunum er farið illa við búskapinum, helst í ferðavinnuni.

Hóast slovenar vóru undir eysturríkarum í nærum túsund ár, hava teir varðveitt mentan sína og mál sítt, sum hoyrir til slavisku málini. Litføgur klæði við baldýraðum mynstrum og eitt sjáldsamt høvuðklæði eru partur av mentan teirra. Mesta fólkið býr í smáum býum ella í mongu bygdunum, ið eru um alt landið. Um 300.000 fólk búgva í høvuðsstaðnum Ljubljana; hann er næstminsti høvuðsstaður í Evropa.

Alpurnar eru suður í Norðurslovenia. Her eru høg fjøll og djúpir, avbyrgdir dalar. Smáir býir og smáar bygdir við smølum krókutum vegum og timburhúsum eru í dølum og líðum, har ikki er árent fyri skalvi og omanlopi. Av tí at so ringt er at koma fram í hesum kavatakta og bratta lendi, vórðu hesi búpláss mestsum avbyrgd í øldir, men nú á døgum eru tey ímillum best umtóktu ferðamannastøð í Slovenia.

Stórir skógir eru í Slovenia; haðan fæst viður til saguløð og pappírsverksmiðjur. Seinastu árini hava slovenar fingið nógvar vesturevropeiskar fyritøkur at loyvt slovenum at byggja verksmiðjur, sum gera t.d. bilar, trukkar, mortorsúkklur og køliskáp í verksmiðjum í Slovenia.

Longu í ár 1580 varð kynbótastøð til ross gjørd í tí, sum nú er Slovenia. Støðin skuldi ala ross til navnframa spanska ríðiskúlan í Wien. Fannhvítu lippizanerrossini vórðu ald á hesari støð. Tey verða í dag hildin at vera vakrastu ríðingarross í heiminum.

Slovenia og Kroatia eru norðan úr kavataktu Alpunum og suður at sólfevndu strondunum við Adriahav. Áin Sava rennur suðureystur ígjøgnum bæði londini, fer fram við báðum høvuðsstøðunum Ljubljana og Zagreb og rennur at enda í Donau. Fram við Sava er nógvastaðni slætt, fruktagott lendi. Fyri vestan í Slovenia er landsluturin Karst, ið eitur eftir stórslignu kálksteinsfjøllunum. Summi helli í Karstfjøllum, t.d. tey við Postonja, eru so stór sum dómkirkjuhválv. Av tí at bæði londini í øldir vóru undir keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn, hava tey havt nógv mentanarligt samband við onnur lond í Evropa. Tá ið fyrri heimsbardagi var um at vera av, vórðu tey limað inn í nýstovnaða samveldisríkið Jugoslavia; men í 1991 lýstu tey seg sum fræls ríki.