Tjóðarhetjan Magnus Heinason
- í undirvísing
Til læraran
Á hesari síðuni eru undirvísingargongdir, sum kunnu brúkast saman við temasíðuni um Magnus Heinason. Tær eru ætlaðar at brúka í fólkaskúlanum.
Viðmerkt er fyri hvørja undirvísingargongd, hvønn aldursbólk hon er til.
Tað er týðandi at hava í huga, at undirvísingargongdirnar eru vegleiðandi, og at lærarin kann tillaga hugskotini til umstøðurnar í flokkinum.
Snar tekur sjálvandi móti undirvísingargongdum frá lærarum. Tit kunnu seta tykkum í samband við Snar á telduposti snar@snar.fo ella ringja til Nám á telefon 755150.
Les tekstin
Temasíðan er til grunddeild, miðdeild og hádeild.
Áðrenn teksturin verður lisin, biður lærarin næmingin hugsa um hesar spurningar:
Hvør var Magnus Heinason? Nær livdi hann? Hvar búði hann? Hvat gjørdi hann? Var hann veruliga ein hetja? Ella var hann kanska ein brotsmaður?
Í grunddeild
Lærarin lesur eitt brot upp fyri flokkinum og prátar við næmingarnar um brotið, áðrenn farið verður til næsta brot.
Í miðdeild
Næmingarnir kunnu lesa tekstin sjálvir. Prátið um brotini so hvørt. Lærarin kann eisini lesa fyri flokkinum.
Í hádeild
Næmingarnir lesa allan tekstin sjálvir. Aftaná verður prátað um Magnus Heinason í flokkinum.
Grunddeild
Tekna Magnus Heinason
Dagur 1: Næmingarnir fáa at vita, at teir skulu tekna eina ella fleiri tekningar av Magnusi Heinasyni. Næmingarnir avgera sjálvir, hvat teir tekna. Men lærarin kann sjálvandi koma við hugskotum at tekna Magnus:
- sum smádrong
- í kríggi
- sum handilsmann
- sum kapara
- tá ið hann var hongdur
- o.s.fr.
Næmingarnir skulu hugsa um tekningina til dag 2.
Dagur 2: Næmingarnir tekna Magnus á eitt A4-pappír. Navnið Magnus Heinason skal skrivast á pappírið.
Gevið gætur! Tað er týðandi, at allir næmingar sleppa at gera eina tekning lidna. Ein eyka skúlatími kann brúkast, um tað er neyðugt.
Dagur 3: Allar tekningarnar verður hongdar upp í flokshølinum. Lærarin tosar við næmingarnar um tekningarnar.
Tá ið tekningarnar verða tiknar niður, fær næmingurin tekningarnar heim við.
Frávik
Lærarin kann eisini seta treytir at tekna Magnus í ávísum hendingum, bara svart/hvítt, bara við litum, smílandi, álvarsaman o.s.fr..
Miðdeild
200 orð um Magnus Heinason
Næmingarnir skriva hvør sín stutta samandrátt um lívið hjá Magnusi Heinasyni.
Teksturin skal lýsa lívið hjá Magnusi Heinasyni við fáum orðum.
Vegleiðandi skal teksturin vera umleið 200 orð, ella millum100 og 300 orð.
Tað ger einki, um um onkur næmingur hevur skrivað við færri- ella fleiri orðum. Hugurin at skriva skal stimbrast og ikki køvast.
Miðdeild Hádeild
Skriva eina yrking
Næmingarnir skriva eina yrking um Magnus Heinason.
Næmingurin avger sjálvur, hvussu nógv ørindi yrkingin er. Eitt ørindi er nokk.
Hvørt ørindi skal hava fýra linjur, sum ríma tvær og tvær.
Í gráa kassanum er eitt dømi, hvussu ein yrking kann vera
Dømi um rím í eini yrking
Hann gekk oman eftir vegi
Har stóð eitt fólk so fegið
Eg segði hey
Í luftini ein fuglur fleyg
Grunddeild Miðdeild Hádeild
Ein túrur á Skansan í Havn
Magnus Heinason bygdi helst sín Skansa í sama stað, sum verandi skansi er í Havn.
Farið ein túr á Skansan ein góðan turran dag. Njótið løtuna á Skansanum. Tit kunnu hava matpakka við og seta tykkum niður at práta um Magnus Heinason og Skansan.
Takið 3 myndir
Lærarin kann, um hann vil, lata næmingarnar hava telefonina við.
Uppgávan er at taka 3 myndir úti á Skansanum eftir egnum hugflogi og at skriva ein myndatekst til myndirnar. Fortíð og nútíð kunnu blandast saman.
Myndirnar vera settar inn í eitt tekstskjal (word), og myndateksturin verður skrivaður til myndina. Myndirnar verða hongdar upp í flokkinum, og næmingurin fær myndina heim við, tá ið framsýningin er av'.
Spurningar at tosa um
- Hvat er ein Skansi?
- Hví bygdi Magnus ein skansa?
- Hjálpti Skansin nakað?
- Ímyndið tykkum, hvussu Skansin og Havnin sá út á døgum Magnusar
- Ímyndið tykkum, hvussu tað var at ferðast til Havnar á døgum Magnusar.
- Er nakað annað í Havn ella aðra staðni í Føroyum, sum minnir okkum á Magnus Heinason?
- Er nøkur standmynd av Magnusi Heinasyni?
- Hvar kundi ein standmynd av Magnus Heinasyni staðið?
Heimauppgáva til allar aldursbólkar
Ert tú ættað/ur frá Magnusi Heinasyni
Vanliga verður sagt, at allir føroyingar eru ættaðir frá Magnusi Heinasyni.
Í hesi heimauppgávuni skulu næmingarnir saman við foreldrunum kanna, um teir eru ættaðir frá Magnusi Heinasyni.
Í Ættarbandsskránni hjá Ílegusavninum ber til at síggja, hvørjum vit eru ættaði frá. Ættarbandsskráin er á Vanganum hjá Talgildu Føroyum.
Gevið gætur! Børn undir 18 ár hava ikki rættindi at brúka Ættarbandsskránna. Tí má hendan uppgáva loysast saman við foreldrunum heima við hús.
Fyri at loysa uppgávuna, mugu foreldrini hava Samleikan hjá Talgildu Føroyum fyri at logga á Vangan.
Mannagongd
1. Góðkenn, at tú vilt síggja upplýsingar um teg úr Ættarbandsskránni
2. Trýst á leitiknøttin
3. Vel "Fjal víðkaða leiting"
4. Skriva Magnus Heinesen í leititeigin
5. Eru tit í ætt við Magnus Heinason, er hetta eitt av leitúrslitunum, sum kemur fram
Tjóðarhetjan Magnus Heinason
Temasíða á Snar:
© Upphavsrættur Snar
Hoyvíksvegur 72
100 Tórshavn
Tlf. +298 755150
Teldupostur: snar@snar.fo
Hug at gera temasíðu á Snar
Hendan síðan er partur av Temasíðunum á Snar.
Snar ger áhaldandi nýggjar temasíður.
Snar veit, at nógvir lærarar hava gjørt frálíkt undirvísingartilfar, sum kundi verið brúkt til eina temasíðu á Snar.
Hava tit hug at gera eina temasíðu, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við ritstjórnina á Snar á teldupostinum snar@snar.fo.
Keldur:
- Bókin Magnus Heinason - hetja ella brotsmaður eftir Páll Nolsøe - Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám 2022
- Teksturin á temasíðuni byggir í stóran mun á hesa bókina.
Aðrar keldur
- Bókin Magnus Heinason - søgan um eitt dómsmorð? eftir Páll Nolsøe - Mentargrunnur Studentafelagsins 2016
- Brot úr Føroya søgu: Magnus Heinason - Søgan um eitt justitsmorð? eftir Páll Nolsøe - Fróðskapur og Landsskjalasavnið 2010
- Føroya søga 1, Føroya søga 2 og Føroya søga 3 eftir Hans Jacob Debes - Føroya Skúlabókagrunnur 1990, 1995 og 2000
- Søga 4 eftir Erling Isholm - Nám 2017
- Ættarbandsskráin hjá Ílegusavninum á Vanganum hjá Talgildu Føroyum
- Wikipedia
Tekningar og myndir:
- Mynd ovast: Jóannes B. Lamhauge
- Wikipedia - Hin frælsa alfrøðin
- Faroephoto
- Aalborg Luftfoto