Goymt ella beinleiðis
Av fyrstan tíð sendi Útvarpið við antennu út í luftina. Tey sum høvdu útvarpsmóttakara og antennu, kundu lurta eftir tíðindum, sum vórðu send beinleiðis. Hetta var tann upplýsing, sum flestu lurtarar høvdu um heimlig viðurskifti og útheimin.
Samstundis var tað úr tíðindunum, at fólk funnu evni at tosa um á arbeiðsplássum, tá kaffisteðgur var. Hevur tú ikki lurtað eftir tíðindunum, so ert tú ikki við, hildu tey flestu og kýttu seg óført at lurta.
Flow ella goymt
Seinni fór Útvarpið á netið og vit fingu farteldur og fartelefonir. Tá vaks útboðið av miðlum og tíðindastøðum, sum vórðu tøk at lurta eftir. Vit kundu velja og vraka, tí nú vórðu ikki bara føroyskir miðlar, og heldur ikki bara flow-miðlar, sum merkir at miðlarnir eru beinleiðis og til øll at lurta eftir samstundis.
Tað, sum fyrr var samstundis í Útvarpinum, kundi nú verða goymt til seinni. Tí nú ber til at goyma sendingar, sum vit kunnu taka til okkara og lurta, tá vit vilja. Kanska lurtar onkur nógv, meðan onnur lurta lítið. Vit kunnu gita, men vit vita tað ikki, tí lurtarakanningar verða ikki gjørdar javnan.
Push ella pull
Summi siga, at tvey sløg av miðlum eru til. Annað er push-miðlar og hitt er pull-miðlar. Miðlar av push-slagnum fáa vit á ymsan hátt inn á okkum, uttan at hava biðið um teir. Miðlar av pull-slagnum taka vit til okkara, tá vit hava stundir og annars hava tørv á júst teimum miðlunum.
Alt bendir á, at push miðlarnir venda sær til veiku brúkararnar, meðan pull-miðlarnir venda sær til sterku brúkararnar. Eru veiku brúkararnir samstundis fátækir, og teir sterku ríkir, so kann hetta elva til eina djúpa vitanargjógv millum heimsins fólk. Miðlar kunnu sostatt elva til eitt nýtt stættarstríð, sum kann verða ógvusligari enn nakrantíð áður.
Uppgávur:
1. Fáa tit heima hjá tykkum nakran miðil, sum er ein push-miðil? Hvussu fáa tit hann og hvør er miðilin? Tak myndir av push-miðilinum við telefonini.
2. Hevur tú nakrantíð roynt ein pull-miðil? Greiða frá hvar og hvussu.
3. Hvussu er miðlabrúkið í tínum flokki?
Lurtar nakar í flokkinum eftir beinleiðis tíðindum í útvarpinum hjá Kringvarpinum, og hyggur nakar eftir Degi og Viku beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum?
Lurtar nakar í flokkinum eftir podcast, tað er útvarps- ella sjónvarpssendingum, sum eru gjørdar fyrr og nú eru goymdar, til dømis í Kringvarpinum, har tær kunnu takast fram við eini app?
Gerið eitt yvirlit í flokkinum í eina viku og berið saman millum samtíðarsendingar av flow-slagnum og goymdar sendingar av podcast-slagnum.
4. Drama-uppgáva við trimum leikarum í flokkinum: Tú verður løgd inn á eina stovu á Sjúkrahúsinum. Tú hevur telefonina og teldil við tær, tí tú vilt fylgja við á Snapchat og Instagram, lurta eftir Morgunsendingini í Útvarpinum, tí tú vilt skriva sms og ynskja tær ein sang við eini heilsan til tíni kæru hvønn morgun. Tí hevur tú oyratelefonir við. Men inni á stovuni eru tvær aðrar kvinnur. Onnur er gomul og hevur eitt transistorradio frá. Tá hon er sovnað, sløkkir tú hennara radio, tí tú heldur at tað bara larmar. Men í somu løtu vaknar hon. Hvat skalt tú nú gera? Skalt tú lata gomlu konuna lurta í frið, hóast tað larmar, og skalt tú kanska fáa tær størri oyratlefonir, sum tú kanst hoyra betri í, og heilt fyri teg sjálvan?
5. Skiftið orð í flokkinum um, hvat er larmur og hvat er friður. Er eitt mark, sum vit kunnu grundgeva fyri? Spyrji eitt tónaskald um munin á larmi og friði.
6. Tosið um public service. Kann hugsast, at uppgávan hjá einum public service stovni er at smalka um vitanargjónna millum veika og sterka miðlabrúkaran? Spyrji Kringvarpsstjóran og formannin í Kringvarpsstýrinum henda spurning. Tøknina velja tit sjálvi. Men svarini skulu verða goymd og kunna spælast fyri hinum í flokkinum.