Skip to main content

Keldukritikkur

 

consumer buying behaviour research paper how to write an application letter 757 commentaire au dissertation homework help least common multipleFyrr var keldukritikkur bundin at gransking av søguligum skjølum. Neyðugt varð at vita, um skjalið var upprunaligt og skrivað av tí, sum sigur seg hava skrivað. Um tað ikki er so, er neyðugt at vita, hvør skrivaði skjalið av nýggjum. Eru nógv ár fráliðin, kann hugsast at nógv er gloymt. Eisini kann hugsast, at eitt søguligt skjal kann fáa nýggjan týdning í øðrum hondum, enn hjá tí, sum upprunaliga skrivaði.

 Uppgáva:  Er keldukritikkur neyðugur í okkara lítla samfelag? Er tað ikki bara úti í stóru verð, at tey hava brúk fyri keldukritikki? Grundgev fyri, um tú heldur at vit hava brúk fyri keldukritikki.


Sáttmáli við djevulin

 

Hetta sigst vera ein sáttmáli, sum franski presturin Urbain Grandier (1590-1634) gjørdi við djevulin. Tí varð hann brendur á báli. Myndin er frá Wikipedia.

Journalistar og miðlafólk hava altíð lagt seg eftir at hava fleiri enn eina keldu at byggja eina søgu á, innan søgan verður borin fram sum tíðindi í einum miðili. Er miðilin av public service slagnum eru serlig krøv um sakligan og óheftan tíðindaflutning, sum eru avtalað við Mentamálaráðið. Orsøkin er, at heimildarfólk kunnu uppliva tað sama við ymsum eygum, alt eftir hvar tey vóru, tá hendingin fór fram. Eisini kann hugsast, at eitt av heimildarfólkunum vil síggja tað, sum hendi, á ein serstakan hátt.

Nú flest øll eru á netinum, kunnu vit uttan fyrilit skriva okkara egnu søgur á sosialum miðlum. Søgurnar kunnu verða eygleiðingar av, hvussu vit sjálv fata veruleikan og hvussu vit vilja hava onnur at fata hann. Tí er meira átrokandi enn nakrantíð at vit hugsa um keldur, og gera okkum greitt, hvør tað er, sum nú vil mær nakað og hví.

 Uppgáva:  Mundi sáttmálin hjá prestinum Grandier vera ektaður, bindandi og eftirfarandi?


Hin føroyska Wikipedia

 

Summi siga, at keldukritikkur hvarv, tá Wikipedia kom til. Sagt varð, at øll kunnu ávirka greinar á Wikipedia, og at eingin faklig viðger er av tí tilfari, sum har kann lesast. Hinvegin er longri og longri millum upplýsandi bøkur av gamla leksikon-slagnum, sum fyrr prýddu bókahillar á bókasøvnum og í upplýstum stovum. Kann hugsast, at hin teldutøka Wikipedia er nýggja alfrøðin í hvørjari heimastovu?

 

 Uppgáva:  

Vit kanna hina føroysku Wikipediu

  1. Finnið fram til ábyrgdarhavandi fyri føroysku Wikipedia. Gerið eina samrøðu og spyrjið, um til ber at gera ein brúkaraprofil, sum er tykkara egni. 
  2. Hvat er Wikipedia upprunaliga?
  3. Á hvørjum máli er hin størsta Wikipedia?
  4. Berið hina størstu Wikipedia saman við leitorðini í nýggjastu prentaðu leksikon, sum er á bókasavninum, og finnið útgávuárið.
  5. Hvussu nógvar føroyskar greinar eru á hini føroysku Wikipedia? 
  6. Ber til at síggja, hvør ella hvussu nógv fólk skriva føroysku greinarnar? 
  7. Hvat hendir, um nakað skeivt verður skrivað í hini føroysku Wikipedia?
  8. Hvør fíggjar arbeiðið við Wikipedia?
  9. Spyrjið ein bókavørð, um Wikipedia er ein óheft og álítandi kelda, sum siterast kann úr, tá vit skriva uppgávur.

 Uppgáva:  

Vit leita fyrst ovast til høgru á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og brúka leitorðið ”Bakkafrost”. Vit skipa leitingina eftir dagfesting, so nýggjastu tíðindini koma fyrst. Hvussu nógv leitorð koma fram? Gevur leitorðaúrslitið nakra ábending, um fyritøkan hevur týdning í Føroyum og í føroyskum tíðindaflutningi?

Nú lesa vit Kringvarpstíðindini 23. september í 2018 um hendingina, tá Bakkafrost misti 750.000 fiskar.

1 Hvar er hendingin farin fram?
2 Hvør er keldan, sum Kringvarpið brúkar?
3 Er upplýst um nakra kanning, sum sigur hvør hevur ábyrgdina av tí, sum hent er?
4 Hevur hendingin peningaligan týdning?
5 Hvør dagur í viku er hesin dagur, sum tíðindini stava frá?
6 Takið støðu til um keldan, sum tíðindini byggja á, lúka treytrinar um keldukritikk, sum upplýst í innganginum. Spyrjið eitt óheft miðlafólk um journalistiska virðið í kelduni, innan tit grundgeva fyri tykkara endaliga svari um kelduna, sum Kringvarpið brúkar.

 

Kringvarpið um Bakkafrost

 

Her fara vit at kanna kelduviðurskifti á heimasíðuni hjá Kringvarpinum tá evnið er Bakkafrost í tíðindunum, seinna helming av árinum 2018. Høvuðsdenturin verður lagdur á Kringvarpstíðindini sum siga, at Bakkfrost misti 750.000 fiskar.

Gongdin í málinum

1.

 Uppgáva:  Dagin eftir, tað er mánadag 24. september, koma tíðindi fram um, at mykja kann vera atvoldin til at so nógvur fiskur er deyður. Hvør er keldan í hesum tíðundum um somu hending?

Les meira

2.

 Uppgáva:  Sama dag verður staðfest, at tær algur, sum helst eru orsøkin til hendingina, smitta ikki. Hvør er keldan í hesum tíðindum um somu hending?

Les meira

3

 Uppgáva:  Sama dag verður staðfest, hvat skaðin kann kosta Bakkafrosti. Hvør er keldan í hesum tíðindum um somu hending?

Les meira

4.

 Uppgáva:  Dagin eftir, týsdag 25. september, verður sagt, at Bakkafrost breyt reglurnar um at verja fyri smittu. Hvør er keldan í tíðindunum?

Les meira

5.

 Uppgáva:  Sama dag verður greitt frá, hví Bakkafrost gjørdi sum tey gjørdu. Hvør var orsøkin og hvør er keldan í tíðindunum?

Les meira

6.

 Uppgáva:  Sama dag verður avvíst at landbúnaður og taðing skal hava skyldina fyri tað, sum er hent. Hvør er keldan?

Les meira

7

 Uppgáva:  Dagin eftir, mikudag 26. september, verður málið lýst úr nýggjum vinkli. Hvør er tað, sum nú er kelda í somu tíðindum, og hvønn myndugleika hevur keldan?

Les meira

8.

 Uppgáva:  Dagin eftir, hósdagin 27. september, koma heilt nýggj tíðindi. Hyggið eftir tíðindunum og skrivið upp, so hvørt, sum tíðindini ganga. Hvat er evnið í tíðindunum? Hvørjar eru keldurnar í tíðindunum? Kann hugsast at hesi tíðindi seta fyritøkuna Bakkafrost í betri ljós enn dagin fyri? Innan bankaheimin verða øll viðskiftafólk ávarað um whitewashing. Hvat er tað? Kannið nú hugtakið greenwashing. Hvat er tað? Eru hesi tíðindini neilig ella jalig fyri Bakkafrost?

Les meira


Fyrsti el-taxabilur í Føroyum

Hetta brot úr Degi og Viku vísur elsta taxasjaffør í Havn, sum hevur fingið sær elbil ístaðin fyri dieselbil.

 Uppgáva:  Hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir við einum elbili í Føroyum í dag? Hvørjar eru keldurnar í tíðindunum? Takið støðu til um keldurnar eru álítandi, ella um tær hava fjaldar ætlanir við brúkaranum, sum ætlar sær at keypa bil.

 


Hesar bilar koyra landsstýrisfólkini

Kannið umrøðuna av elbilum í Vikublaðnum, har politikarar vera bidnir um at úttala seg um hetta slag av bilum.

 Uppgáva:  Hví er tað áhugavert nú at seta ein politikara saman við einum elbili? Undir navninum, sum er ovast á forsíðuni, kallar Vikublaðið seg eitt ókeypis lýsingablað. Hvør er munurin á einum lýsingablaði og einum tíðindablaði?


Hvør dropi telur

Her er dømi um hotell, sum heitir á gestir at ansa eftir umhvørvinum.

 Uppgáva:  Lesið enska og týska tekstin. Skiftið orð um innihaldið í ætlanini hjá hotellinum. Er orsøkin sparing ella umhvørvisvernd? Hvør fær avgerandi orðið í hesi ætlan? Kundi ætlanin havt eitt annað heitið enn "hvør dropi telur"?