Miðvágur
Miðvágur er partur av Vága kommunu, og í dag búgva yvir 1100 fólk í bygdini. Miðvágur er gomul markatalsbygd. Niðursetubygdin Vatnsoyrar er í miðvágshaganum.
Miðvágshagi fer tvørtur um Vágar, og hevur mark við hagarnar í Sandavági, Sørvági, Bø og Gásadali. Miðvágshagi liggur upp at tveimum teimum størstu vøtnunum í Føroyum, Leitisvatni og Fjallavatni.
Frá seinast í 1600-talinum var tingstaður í Miðvági. Tá ið kommunurnar vóru settar á stovn í 1872, varð Miðvágur partur á Vága prestsgjald kommunu, og í 1915 gjørdist Miðvágur sjálvstøðug kommuna. Í 2009 løgdu Miðvágs- og Sandavágs kommuna saman í Vága kommunu.
Fólk og vinna
Fólk hava búð í Miðvági síðan umleið 1400. Tey fyrstu mongu hundrað árini livdi fólki í mestan mun av jørðini og útróður í árabátum var eitt ískoyti til gerandisdagin. Fólkatalið var støðugt, og í 1801 búðu 145 fólk í Miðvági.
Í 1800’talinum, tók fiskivinnan seg fram í Føroyum, og fleiri fingu atgongd til jørðina. Í Miðvági vóru góðar umstøður til fiskivinnu, og fólkatalið vaks. Í 1850 búðu 260 fólk í Miðvági, og tá ið farið var inn í 1900'talið búðu umleið 500 fólk í Miðvági.
Skip vóru keypt til bygdina, og fiskaframleiðsla tók seg upp. Í 1920’unum var fyrsta havnarlagið bygt, og tað var bygt út í 1960’árunum. Tá var flakavirki Snarfrost eisini sett á stovn, og var tað eitt sera týðandi arbeiðspláss í Miðvági í nógv ár, og framvegis verður fiskur virkaður í bygdini.
Seinastu 50 árini hevur flogvøllurin verið eitt týðandi arbeiðspláss í Vágum, og flogvøllurin tryggjaði eisini gott ferðasamband til hinar oyggjarnar í Føroyum. Fólkatalið vaks alt 1900’talið, fram til kreppuna fyrst í 1990’ununum, tá ið fólkatalið minkaði frá 1050 niðurum 900.
Í 2002 kom undirsjóvartunnil millum Vágar og Streymoy, og vágafólk fingu góðan møguleika at arbeiða á meginlandinum. Tað hevur verið við til, at Miðvágur hevur fingið sín part av fólkavøkstrinum í hesi øldini.
Í dag er alifyritøkan Hiddenfjord eitt týðandi arbeiðspláss í Miðvági og hinum bygdunum í Vágum. Eisini er nógv arbeiði í skúlum, dagstovnum og í eldrarøkt.
Seinastu árini hevur ferðavinna eisini tikið seg fram sum ein vinnuvegur í Miðvági. Fjallavatn, forbergið Trælanípan, Bøsdalafossur og gamla húsið í Kálvalíð eru millum væl vitjaðu støðini.
Upplýsingar um Miðvág
- Markatalsbygd
- Nevnd í Hundabrævinum (1350-1400)
- Markatal: 48
- Áseyðatalið er 1598.
- Oyggj: Vágar
- Kommuna: Vága kommuna
- Postnummar: FO-370
- Staðseting: 62°03′04″N 7°11′38″W
Slóðir
![Midvagur a foeroyakorti](/fileadmin/_processed_/4/f/csm_Midvagur-a-foeroyakorti_500e038a14.jpg)
![](/fileadmin/_processed_/f/a/csm_Barbara_-_filmurin_687749bead.jpg)
Gomul kirkjubygd
Miðvágur er gomul prestbygd í Vágum. Kend er søgnin um prestin Peder Ahrboe og prestakonuna Beintu Broberg (illu Beintu), sum rithøvundurin Jørgen Franz Jacobsen brúkti sum fyrimynd til skaldsøguna Barbara.
Kendi mál- og fólkalívsgranskarin Jens Christian Svabo, var eisini prestasonur, sum vaks upp í prestagarðinum í Jansagerði í 1700’talinum.
![](/fileadmin/00_filagoymsla/01_filar/04_Tema_og_tvoergreinalig_evni/bygdir_i_foeroyum/bygdir/vaga_kommuna/midvagur/Mikkjal_a_Ryggi_-_mynd-VisitFaroeIslands.jpg)
Mikkjal á Ryggi
Í Miðvági er standmynd av yrkjaranum og høvundinum Mikkjal Dánjalsson á Ryggi. Hann var føddur í Miðvági í 1879. Hann var bóndasonur í Beiti, og í 1909 risti hann hesa yrking í Hýsisá.
Vatnið vinnur harða hellu,
slættar niður fjøll.
Líggin gongur, grasið fellur,
falla so vit øll.
Stirðnar blóðið, steðgar hjartað,
legst enn maður lík,
sálin í Guds himni bjarta
livir fræls og rík.
Mikkjal á Ryggi gjørdi mangt og hvat. Men hann er mest kendur fyri sín sálmaskaldskap og Fuglabókina frá 1951.
![](/fileadmin/_processed_/8/5/csm_MB-1988_-_ur_07vestur-bladnum_af4bd16fe9.jpg)
Ítróttur
Miðvágs Bóltfelag, vanliga nevnt MB, var stovnað í 1905, og í 1980-árinum var MB fastur partur av bestu fótbóltsdeildini í Føroyum. Tá ið vágafólk í 2007 stovnaðu felags fótbóltsfelagið 07 Vestur, var MB ikki við.
Miðvágs Róðrarfelag varð stovnað í 1957, og kendi olympiski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, er vaksin upp í Miðvágs Róðrarfelag. Í nógv ár spældu miðvingar badminton í Miðvágs Badmintonfelagi, og flogbóltsfelagið Dráttur hevur verið virkið, síðan tað varð stovnað í 1983.
Annað tilfar
![Folkasamanseting i 20 ara bolkum Midvagur](/fileadmin/_processed_/5/7/csm_Folkasamanseting_i_20_ara_bolkum_-_Midvagur_55e62ac23a.jpg)
Fólkasamanseting í 20 ára bóllkum í Miðvági
https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__IB__IB01/fo_abgd_md.px/chart/chartViewAreaStacked/