Bygdir og býir
Ein bygd er eitt avmarkað samfelag við tí bøi og haga, sum til tað liggur.
Í Føroyum eru umleið 120 bygdir og býir, sum eru skipaðar í 29 kommunur.
Kommunur og bygdir
95 gamlar bygdir
Landnámsbygdirnar eru teir elstu búsetingarnir í Føroyum. Tær vóru bygdar av norðmonnum, sum í 800- og 900-árinum leitaðu eftir nýggjum landi og frælsi í Føroyum.
Landnámsbygdirnar eru bygdir, nevndar í Føroyingasøga, umframt bygdir, har fornleivdir eru funnar frá áðrenn ár 1200
Í miðøld fram til umleið ár 1450 búsettust fólk í 17 av 18 oyggjum, og frá gamlari tíð hava Føroyar verið skiftar sundur í 95 bygdir, nevndar markatalsbygdir. Í fleiri øldir var fólkatalið og bygdamynstrið í Føroyum rættiliga støðugt.
Stórar fiskivinnubygdir
Miðskeiðis í 1800-talinum vaks fólkatalið í bygdunum við góðum umstøðum til fiskivinnu. Hesar bygdirnar eru framvegis tær stóru bygdirnar í Føroyum.
Fólk settu eisini búgv í niðursetubygdunum, ið vóru partar av gomlum bygdum, sum lótu haga til fólk at gera nýggja bygdir.
Landið bundið saman
Seinastu árini eru Føroyar í størri mun vorðið eitt tænastusamfelag, og fólkið er flutt inn móti miðstaðarøkinum rundan um høvuðsstaðin Tórshavn.
Tunlar, undirsjóvartunlar og brýr hava bundið landið saman. Tey flestu hava í dag styttri enn 45 minuttir til Havnar.
Nakrar bygdir eru brádliga liggja heilt nær við Havnini, og harvið fáa sera stóran fólkavøkstur. Serliga eru stórur fólkavøkstur í bygdunum kring Skálafjørðin, síðan Eysturoyartunnilin kom.
Keldur
https://fo.wikipedia.org/wiki/Bygdir_og_b%C3%BDir_%C3%AD_F%C3%B8royum
https://dkxtfyil83pr6.cloudfront.net/media/ci5mayzq/postnummur.pdf
http://www.kf.fo/kommunurnar/einstoeku-kommunurnar
https://trap.fo/oyggjar-byir-og-bygdir/
Tinganes, Føroyar | THING Sites
Fólk og mentan:
https://www.google.com/books/edition/F%C3%B3lk_og_mentan/G4kB4gdSflUC?hl=en&gbpv=1&pg=PA15&printsec=frontcover