Vatnsoyrar
Upplýsingar um Miðvág
- Niðursetubygd frá 1921
- Markatal: 0
- Oyggj: Vágar
- Kommuna: Vága kommuna
- Postnummar: FO-385
- Staðseting: 62°4′27″N 7°14′53″W
(fyribils tekstur av Wikipedia)
Vatnsoyrar er ein bygd í Vágoynni við norðurendan á Sørvágsvatni / Leitisvatni. Vatnsoyrar er niðursetubygd frá fyrst í 20. øld. Í dag er bygdin serliga kend fyri stóru vindeygaverksmiðjuna Vatnsoyrar Snikkaravirki og fyri leguhúsið Zarepta hjá Brøðrasamkomuni.
Vatnsoyrar er yngsta niðursetubygd í Føroyum, frá 1921, og tann einasta hvar sjógvur ikki sæst. Fyrstu 20 árini vóru bert trý hús í bygdini, men aftaná kríggið vaks bygdin. Seinastu árini hava 60 fólk búð í Vatnsoyrum. Innbúgvarnir eru flestir í tænastuvinnuni í øðrum bygdum. Bygdin er partur av Miðvágs Kommunu.
Ein av fyrstu koyrivegunum millum bygdir í Føroyum, varð gjørdur millum Sørvág og Miðvág, ígjøgnum Vatnsoyrar. Í Vatnsoyrum er slætt og náttúruvakurt, friðarligt og hugnaligt. Stóra áin, Skjatláin, rennur oman í tað stóra vatnið, Leitisvatn/Sørvágsvatn. Har ber til at fiska síl og njóta náttúrunar friðsælu. Stórt heiðalendi eru norðanfyri Vatnsoyrar, og har var nógv torvarbeiði í tí tíðini.
![Vatnsoyrar a foeroyakorti](/fileadmin/_processed_/8/8/csm_Vatnsoyrar-a-foeroyakorti_110520230d.jpg)
![Foedd og deyd Vatnsoyrar](/fileadmin/_processed_/7/8/csm_Foedd_og_deyd_-_Vatnsoyrar_0b0dd8d97b.jpg)
Fødd og deyð í Vatnsoyrum
https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__IB__IB01/fo_vit_by_ar.px/chart/chartViewLine/
![Folkasamanseting i 20 ara bolkum Vatnsoyrar](/fileadmin/_processed_/a/1/csm_Folkasamanseting_i_20_ara_bolkum_-_Vatnsoyrar_1556ace352.jpg)
Fólkasamanseting í 20 ára bóllkum í Vatnsoyrum
https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__IB__IB01/fo_abgd_md.px/chart/chartViewAreaStacked/
![Folkapyramida 10 ara aldursbolkar Vatnsoyrar](/fileadmin/_processed_/2/e/csm_Folkapyramida_10_ara_aldursbolkar_-_Vatnsoyrar_8bb8ab9f26.jpg)
Fólkapýramida í Vatnsoyrum
![Midalaldur Vatnsoyrar](/fileadmin/_processed_/a/4/csm_Midalaldur_-_Vatnsoyrar_a3a6254d56.jpg)
Miðalaldur í Vatnsoyrum
https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__IB__IB01/fo_midalal.px/chart/chartViewLine/