Skip to main content

Gurðið Helmsdal Nielsen (1941-)

Hon er fødd í Havn í 1941. Tólv ára gomul flutti hon til Danmarkar og fór at ganga í skúla har, tók studentsprógv og lærdi síðan til sjúkrasystur og seinni til læknaskrivara. Í 1967 flutti hon heim aftur til Føroya at búgva, og her hevur hon starvast sum læknaskrivari, stundum verið heimastarvandi húsmóðir, tíðarskeiðið 1977-79 gekk hon á Fróðskaparsetrinum og las norðurlendskt, serliga føroyskt mál og føroyskar bókmentir.
 
Alt frá tí hon var hálvvaksin, hevur hon sett saman yrkingar, og 22 ára gomul gav hon í 1963 út fyrsta savn sítt »Lýtt lot«, og í 1971 kom annað savnið »Morgun í mars«.
 
Ein táttur í skaldskapi Guðriðar, ið serliga kemur til sjóndar í fyrra savninum, er longsilin eftir føðilandinum.

»Heimlandsins aldubrot við
 heystvindi

berast mær í hesum fremmanda landi -«
(Náttargrátur) brot.

Annar tátturin er tokkin til náttúruna og gleðin um lívið, og ein triði táttur er inniligleikin í kærleiksyrkingunum.

Guðrið er higartil einasta kvinna, ið givið hevur út yrkingasavn í Føroyum, og kvinnuligt lyndi dylur seg ikki, eitt nú í hesi poetisku sjálvsmyndini:

»Tú
ert vindurin
sum blæsur
vatnið
sum rennur í áum
glampandi Sirius
mánin.

Tú nørist í havgosi
millum nátt og dag«.

Taka vit frá nakrar heilt fáar yrkingar, sum eru stigjavnar og bera upp á rím, so heldur Guðrið seg til fría, órímaða yrkingasniðið, ið hevur tann fyrimun, sum ummælari hevur víst á, at innihald og persónlig skaldslig kensla her fær fyrsta rætt fram um tað formliga væl snøggaða. Guðrið er eisini ein hin fyrsti føroyski yrkjari, sum roynir seg við stuttyrking eftir *Haiku-fyrimynd:

»Morgun
í mars

Hjartað eitt
tjaldur

Flýgur til
tín«.
 
Kanna vit seinna savnið, síggja vit, at stívur fjórðingur eru danskar yrkingar, og her nerta vit við ein aðalspurning, ið hon man hava kent ikki sørt forðandi, og sum man hava gjørt sítt til, at Guðrið hevur verið tigandi so leingi.

Í viðtali hevur hon sagt, at henni fellur lættari at yrkja á donskum, men samstundis heldur hon, at føroyingur eigur at skriva á føroyskum.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Sekstiárini

Eins og fimtiárini vóru tað, eru sekstiárini eisini merkt av hugsjónarliga tvídráttinum millum stórveldini.

Berlinmúrurin setir mark millum bæði Týsklondini, og Kubakreppan hóttir heimsfriðin. Niðurbundin lond í Afriku rembast við og tveita av sær hjálandaokið, blámenn í Suður-Afriku og USA krevja síni sjálvsøgdu rættindi og mannsømandi kor, men verða nívdir undir byrsumúla. Seinni setir USA sær fyri at bumba sosialistiska Norður-Vietnam aftur í steinøldina, men verður fyri svíðandi ósigri, og Sovjet ger innrás í Tjekkoslovakíið, at bjarga sosialismuni í landinum, meta teir sjálvir, at kúga fólkaræðið, meta vestanlond.

Ungfólk taka tíðina so ymisliga, summi eru medvitin og gera uppreistur, onnur dyrka vakurleikan sum blómubørn, og uppaftur onnur flýggja undan veruleikanum inn í rúsnýtslu og mistreysti.

Heima hjá okkum verður hetta tíggju ára skeiðið í stóran mun merkt av, at NATO-herstøð seinast í fimtiárunum ímóti fólksins vitan og vilja verður lumpað inn á okkum. Teir fýra sjálvstýrisflokkarnir, so ymiskir hugsjónarliga, finna saman í landsstýrissamgongu 1963-66, og fiskimarkið verður flutt út á tólv fjórðingar, heimaútróðrinum til miklan frama. Síggja vit burtur frá drúgvu skaldsøgu Jens Paula Heinesens »Tú upphavsins heimur« 1962-66, mugu vit siga, at sekstiárini, hvat ið skaldskapi í óbundnum máli viðvíkur, eru sera fátækslig; skaldsøgur koma fáar, og stuttsøgurnar eru ótættar. Á sjónleikaøkinum hendir tað gleðiliga, at útbúgvin føroyskur sjónleikari kemur heim at virka og kunnar føroyska áskoðaran við framtakshugaðar sjónleikahøvundar sum Brecht og Ionesco - men enn sum áður er langt millum føroysku upprunaleikirnar.

Hugsa vit um nýskapan í hesum tíðarskeiði, verða vit at snúgva okkum at bundna  skaldskapinum. Rætt er tað,  at nógv verður yrkt, ið er meinlíkt gomlum yrkingasniði, men tvær nýskapanarleiðir verða gingnar.

»OG SÓLIN ER ÆVIGUR ELDUR«

Um somu tíð sum samfelagsmedvitna yrkingin verður knæsett, kemur undan kavi nýggjur náttúruskaldskapur, fyndugur og óheftur av gomlum yrkingasniði. Fremstu umboðini her eru Guðrið Helmsdal Poulsen, seinni Nielsen, ið gevur út fyrsta savn sítt »Lýtt lot«, 1963, og Steinbjørn B. Jacobsen, ið letur sítt fyrsta savn »Heimkoma« úr hondum í 1966. Seinast í hesum tíggjuáraskeiðinum geva tveir blaðungir yrkjarar út fyrsta savn sítt: Alexandur Kristiansen »Nón« í 1968 og Heðin M. Klein »Væmingar og vaggandi gjálv« 1969.