Steinbjørn B. Jacobsen (1937-2012)
Steinbjørn B. Jacobsen var føddur í Sandvík í 1937. Hann er læraralærdur og hevur starvast sum lærari í mong ár. Hann var stjóri á Føroya Fólkaháskúla í eitt tíggju ára skeið.
Steinbjørn er sum høvundur sera virkin og hevur roynt seg á flestøllum økjum. Hann hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, ferðafrásagnir, barnabøkur, sjónleikir og so framvegis. Hann hevur verið nýskapandi, eina helst sum yrkjari og leikritahøvundur. Hansara evnisval fevnir víða, frá náttúru til menniskja, frá tí viðkvæma og kensluliga til tað politiska og samfelagsliga.
Steinbjørn fekk Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs í 1976 og 1985, og í 1981 fekk hann Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagurbókmentir.
Steinbjørn B. Jacombsen andaðist 12. apríl 2012.
Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl
Hann er føddur í Sandvík í 1937. Aftan á barnaskúlaárini í heimsbygdini fór hann í realskúla suðuri á Tvøroyri og tók prógv í 1956. Beint aftan á lokið prógv fór hann til skips og var sjómaður í tvey ár, til hann í 1958 fór til Danmarkar at ganga í skúla; læraraprógv tók hann í 1963 á »Den frie lærerskole« í Ollerup.
Eitt skifti starvaðist hann á ymsum frískúlum í Danmark, var eitt skeið á há-skúla, flutti so heim til Føroya, var fyrst eitt ár lærari á Santa Frants skúla, frá 1966 til 1970 lærari í Húsavík. Hann varð settur í stjórastarv á Føroya Fólkaháskúla 1/4-1970 og røkti hetta starv í 10 ár til 1980, tá ið hann legði frá sær. Eitt skifti var hann aftur til skips, men frá 1981 settur í starv sum lærari við Tórshavnar Kommunuskúla.
Steinbjørn er stórvirkin høvundur, ið hevur roynt seg á øllum skaldskaparøkjum.
»Tá ið eg fór at yrkja, kendi eg, sum tað var neyðugt, at okkurt nýtt kom. Broytingarnar, ið farnar vóru fram í samfelagnum síðan seinna heimsbardaga, vóru so øgiliga stórar; øll mannavirði vóru endavend, heimurin býttur í tvíningar, nógv orð høvdu mist virði, so tú skammaði teg at brúka tey, tí tey vóru so oyðiløgd, so ofta svikin. Eg vildi byrja av nýggjum, siga nøkur ting, eg kundi standa við«.
Soleiðis tekur Steinbjørn til, tá ið hann greiðir frá fyrstu yrkingum sínum, ið komu á prent í savninum »Heimkoma« 1966.
Og hetta var nýskapan. Ikki bara hetta, at hann yrkir rímleyst og frítt, men heldur hetta, at honum eydnast at telgja alla óviðkomandi orðanøgd av yrkingunum, so lesarin greidliga sær sjálva beinagrindina í yrkingini.
Grundin undir yrkingunum er føroyska náttúran í skiftandi væri, heimbygdin, bøur og hagi, fjøra og berg, fuglur og fæ, og aðaltráðurin er, sum ein ummælari tók til, hesin:
»Myrkrið og mjørkin kunnu vera nívandi, men sólin er eisini við í ferðini, og hon er ikki bara ein aningur handan mjørka og myrkur, hon er ein eldur, sum hevur størri vald enn tær myrku maktirnar. Ljósfyribrigdini í yrkingunum eru sterkari enn døkkarnir«.
Hetta er uttan iva eitt hitt mest heilskapaða fyrsta savn, føroyskur yrkjari hevur lagt úr hondum.
»Á meitilbergs rók
í høgum pollamjørka
gangandi seyður
gjógvin er rókarendi.
Mutlan í tara
eitt hangandi jarm
havið fløðir og fjarar
og sólin er ævigur eldur«.
Tvey ár seinni, í 1968, kemur savnið »Fræ«, har yrkjarin gongur somu gøtur sum í fyrra savninum. Nýskapan er tó, at hann sum fyrsti føroyingur roynir seg við knøppum yrkingum eftir *Haiku fyrimynd.
»Lotið
tolið
síl
smíl
á
á«.
Fyrst í sjeytiárunum stóð Steinbjørn sum ein av oddamonnunum í andstøðuni móti føroyskum EEC-limaskapi. Hetta merkir triðja savn hansara »Kjøkr«, ið kom út í 1974, við tað at fleiri av yrkingunum eru mótmælisljóð og merktar av samfelagspolitisku støðutakan høvundans. Í fjórða savninum »Tægr«, 1980, eru eisini nakrar yrkingar, ið viðgera samfelagsmál, ið uppi eru í tíðini, t.d. dálkingina, men samanumtikið ferðast hann í hesum savni meira á tráddum gøtum.
»Fuglaflokkur undir høgum lofti
livandi bókstavir á bláari síðu
látandi og flúgvandi orð.
Og onkuntíð, meir enn so, viðhvørt
var sinnið hamskift
ein floygdur fuglur í fleyg«.
(»Floygd orð«) brot.
Ein avleiðing av tí veruleika, at Eyðun Johannesen miðskeiðis í 60-árunum kom heim til Føroya at arbeiða við *sjónleikarlist, er, at ungir skrivandi føroyingar góvu seg at hesi skaldskapargrein.
Ein hin ídnasti og gávuríkasti á hesum øki er Steinbjørn. Í 1969 verða fyrstu leikir hansara »Ivaliva« og »Fløskurnar« fluttir á pall; seinni, í 1975, komu teir á prenti saman við trimum øðrum leikum undir heitinum »Ivaliva og aðrir leikir«.
Miðskeiðis í sjeytiárunum skipaði bókmentafelagið »Varðin« fyri sjónleikahandritakapping, og við leikinum »Skipið« vann Steinbjørn fyrstu virðisløn. Rættiliga fitt hevur verið skrivað um føroyska fiskimannin í slupptíðini, men lítið um trolaramannin - her verður bøtt um hetta brek.
Í »Skipinum« hitta vit manningina - ungar og eldri, skipara og messudrong - á bryggjuni fráfaringardagin, og vit fylgja teimum í dagliga lívinum umborð, í messuni, á dekkinum, á brúnni og í koyggjuni, har hugurin hevur leysar ræsur. Í seinasta broti stígur Sámal fram, og í einrøðu ber hann fram tað, ið er uppistøðan og niðurløgan í hesum leiki:
»Viðhvørt siga vit, at tað eru vit, sum halda samfelagnum uppi, men henda vitan er ikki so sterk, at tað ger okkum sterkar og gevur okkum eina mennandi sjálvsvirðing. Vit kenna tað soleiðis, sum at hetta samfelag gloymir okkum og ger alt, alt ov lítið fyri okkum«.
»Skipið« kom á prenti í 1982.
Seinni hevur Steinbjørn skrivað útvarpsleikir, sjónvarpsleikin »Den gode vilje« saman við Gunnari Hoydal, sjónleikin »Ein byrjan«, ið enn ikki er framførdur, og »Tey bæði í húsinum«, sum m.a. viðger hjúnalagið í nútíðarsamfelagnum, har bæði arbeiða úti og ovmøða seg í jagstranini eftir statussymbolum. Leikurn varð frumsýndur í Havn í 1982, og hann kom á prenti sama árið.
Sum bygdarskúlalærari mundi Steinbjørn tíðliga síggja, hvussu stórur tørvur var á barnalesnaði, ikki bara týddum tilfari, men tilfari, ið føroysk nútíðarbørn kundu komast við, tá ið tey bóru saman við sín egna gerandisdag.
Hann fór so undir at skriva barnabøkur. Fyrstu royndirnar vóru fýra smá hefti, ið Bárður Jákupsson frálíka hegnisliga myndaskrýddi við litmyndum, »Hønan og hanin«, »Hin snjóhvíti kettlingurin«, »Mæið« og »Lív og hundurin«, 1970-74, seinni komu fleiri bøkur, til tey smáu, til børn á miðlingaaldri, og til eldru børnini skrivaði hann røðina »Hin reyða ryssan«, 1979, »Maria og rossið«, 1980, og »Reyða«, 1983, sum Zacharias Heinesen hevur gjørt frálíkar tekningar til.
Saman við Bárði Jákupssyni fekk Steinbjørn í 1976 barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs, sum hetta árið varð latin á fyrsta sinni. Grundgevingin var henda:
»Nevndin metir, at teir við hesum bókum í orðum og myndum hava givið okkum nýskapandi og virðismiklar barnabókmentir, har hitt føroyska jørðildið og heimligar hugmyndir á einfaldan hátt birta í barninum tokka til føroyska náttúru og føroyskan lívshátt«.
Og enn er nógv eftir at nevna: Í 1975 læt hann úr hondum stuttsøgusavnið »Á veg millum bygda« við níggju søgum, sum partvíst taka evni úr gamla samfelagnum, partvíst úr nútíðini; hann hevur skrivað ferðafrásøgn frá eini kanningarferð í Sambandsstatunum, »Brá úr USA«, 1982, og hann hevur saman við Heðini Klein skipað fyri útgávu av fremmandum skaldskapi, týddum til føroyskt mál, »Flytifuglar«, 1972. Umframt hevur hann saman við Gunnari Hoydal stjórnað Varðanum í tíðarskeiðinum 1977-81.
»Einfeldin í orðum
bíðar eftir okkum
ið yrkja.
Finna vit hana?«
Soleiðis spyr Chr. Matras í eini av snøggu stuttyrkingum sínum.
Er tað nakar av yrkjarunum úr yngra ættarliðinum, ið hevur funnið hana, so er tað Steinbjørn B. Jacobsen
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).
Sekstiárini
Eins og fimtiárini vóru tað, eru sekstiárini eisini merkt av hugsjónarliga tvídráttinum millum stórveldini.
Berlinmúrurin setir mark millum bæði Týsklondini, og Kubakreppan hóttir heimsfriðin. Niðurbundin lond í Afriku rembast við og tveita av sær hjálandaokið, blámenn í Suðurafrika og USA krevja síni sjálvsøgdu rættindi og mannsømandi kor, men verða nívdir undir byrsumúla. Seinni setir USA sær fyri at bumba sosialistiska Norður-Vjetnam aftur í steinøldina, men verður fyri svíðandi ósigri, og Sovjet ger innrás í Kekkoslovakíið, at bjarga sosialismuni í landinum, meta teir sjálvir, at kúga fólkaræðið, meta vestanlond.
Ungfólk taka tíðina so ymisliga, summi eru medvitin og gera uppreistur, onnur dyrka vakurleikan sum blómubørn, og uppaftur onnur flýggja undan veruleikanum inn í rúsnýtslu og mistreysti.
Heima hjá okkum verður hetta tíggju ára skeiðið í stóran mun merkt av, at NATO-herstøð seinast í fimtiárunum ímóti fólksins vitan og vilja verður lumpað inn á okkum. Teir fýra sjálvstýrisflokkarnir, so ymiskir hugsjónarliga, finna saman í landsstýrissamgongu 1963-66, og fiskimarkið verður flutt út á tólv fjórðingar, heimaútróðrinum til miklan frama. Síggja vit burtur frá drúgvu skaldsøgu Jens Paula Heinesens »Tú upphavsins heimur« 1962-66, mugu vit siga, at sekstiárini, hvat ið skaldskapi í óbundnum máli viðvíkur, eru sera fátækslig; skaldsøgur koma fáar, og stuttsøgurnar eru ótættar. Á sjónleikaøkinum hendir tað gleðiliga, at útbúgvin føroyskur sjónleikari kemur heim at virka og kunnar føroyska áskoðaran við framtakshugaðar sjónleikahøvundar sum Brecht og Ionesco - men enn sum áður er langt millum føroysku upprunaleikirnar.
Hugsa vit um nýskapan í hesum tíðarskeiði, verða vit at snúgva okkum at bundna skaldskapinum. Rætt er tað, at nógv verður yrkt, ið er meinlíkt gomlum yrkingasniði, men tvær nýskapanarleiðir verða gingnar.
Upplestur
Brot úr leikinum Skipið, Les 2 s. 284
Mín sól og mín máni, Les 2 s. 230
Aldan og landið alda, Les 3 s. 12