Friður og hvat so?
Ósemjan um politisku framtíð Føroya vaks undir krígnum. Fólkaflokkurin fanst mangan harðliga at Hilbert og setti niður á tað, ið teir róptu samstarvspolitikkin hjá Sambands- og Javnaðarflokkinum.
Løgtingsvalið 24. august 1943 hevði eisini givið Fólkaflokkinum mikla framgongd í mun til valið í 1940, og høvdu teir nú 12 tingmenn móti teimum 8 hjá Sambandsflokkinum og teimum 6 hjá Javnaðarflokkinum. Sjálvstýrisflokkurin varð ikki sloppin upp um sperrimarkið upp á 10%, sum var galdandi tá.
Tá ið sambandið til Danmarkar aftur kom í rætt lag, var eitt stórmál, ið løgtingið skuldi avgeriða. Hvussu skuldi framtíð Føroya skipast?
Tey vóru mong, sum vóru ímóti at vent varð aftur til amtsstøðuna, sum hon var undan krígnum. Føroyar høvdu jú klárað seg fínt hesi árini, tá ið landið hevði verið avskorið frá Danmark. Hinvegin vóru tað eisini tey, sum bóru fram, at nú friðurin valdaði aftur, áttu vit at vent aftur til støðuna, sum hon var.
Undir ólavsøkutingsetuni í 1945 førdi ósemjan um, hvussu nógvu ensku pundini, føroyingar áttu, skuldu vekslast um til danskar krónur, til at Fólkaflokkurin - floksformaðurin Tórstein Petersen var stjóri í Sjóvinnubankanum – rýmdi av tingi.
Eitt annað stórmál hesa tingsetuna var spurningurin um stýrisskipan Føroya. Sambandsflokkurin (Andras Samuelsen var formaður) vildi, at fólkaatkvøða skuldi avgera spurningin; Javnaðarflokkurin (Petur Mohr Dam var formaður) vísti uppskotinum frá sær og vísti á, at Tórstein Petersen hevði boðað frá, at Fólkaflokkurin ikki longur var sinnaður fyri at loysa.
Endin á øllum hesum varð, at amtið sendi tingið heim. Nýval varð ásett at vera 6/11-1945.


