… og vandasjógvur
Hjá føroyingum vóru krígsárini búskaparlig gróðrartíð, ið var ólík øllum, teir fyrr høvdu upplivað, skrivar Annfinnur í Skála í bókini ”Stjórnarskipanarmálið 1946”, og leggur aftrat:
Í roynd og veru fingu føroyingar einkarætt at selja fisk á bretska marknaðinum, tá bretskir fiskimenn verða undantiknir. Prísurin var eisini stak góður, men hetta ríkidømið var dýrgoldið, tí 39 skip vórðu annaðhvørt søkt ella minusprongd, og einir 150 føroyskir fiskimenn lótu lív av krígsávum.
Í viðarlundini stendur minnisvarðin yvir menninar, sum ikki spurdust aftur …

Í tíðarskeiðnum 1930 – 1938 var miðalvirðið á føroyska fiskaútflutninginum einar 8 milliónir krónur um árið.
Krígsárini vaks árliga miðalvirðið til góðar 35 milliónur.
Í 1945 áttu føroyingar góðar 50 milliónir til góðar í sterlingpundum.
Til samanberingar var løgtingsfíggjarlógin í 1945 ikki meira enn 3,6 miliónir krónur

