Skip to main content

Síða 20/37


Operation Valentine

Bretar nýttu kotunavnið Operation Valentine fyri hertøkuna av Føroyum. Í eftirtíðini hevur hertøkan eisini verið kallað ”The friendly Occupation”, og yvirhøvur var eisini sátt og semja millum føroyingar og bretar. Allar útreiðslur bretar høvdu av hertøkuni, rindaðu teir sjálvir; haraftrat bygdu teir flogvøllin í Vágum, sum vit enn brúka.

Summa staðni í landinum standa enn leivdir eftir bretar.
Kanónirnar á Skansanum eru tó sjónlig dømi um, at landið einaferð hevur verið í vanda fyri fremmandum álopum. Í bókarøðini ”Stríðsárini” lýsir Niels Juel Arge hesa tíðina út í æsir, men eisini er bókin ”Operation Valentine” hjá Bjarni Åkesson Filholm verd at lesa, um tú vilt vita meiri um Føroyar undir krígnum.