Skip to main content

Síða 10/37


Málsøga

•       Jens Chr. Svabo ger á føroyaferð síni í 1781-82 eitt umfatandi innsavningararbeiði av føroyskum orðum og tekstum. Hann er tó noyddur at gera sína egnu stavseting, tí ongar reglur eru fyri, hvussu føroyskt verður skrivað.
Svabo er sannførdur um, at føroyskt er somikið illa farið av donskum árini, at hann roknar ikki við, at málið fer at yvirliva

•       Kveiktir av arbeiðinum hjá Svabo, fara aðrir tó at skriva upp søgur og kvæði

•       Í 1820-árunum koma út tær fyrstu bøkurnar á føroyskum. Sjúrðarkvæðini (1822)Evangelium Sankta Matthæussar (1823) í týðing hjá Jóhan Hendrik Schrøter og Føringasøga (1832)

•       Men tað er ikki, fyrr enn V.U. Hammershaimb í 1846 kemur við sínum uppskoti um føroyska stavseting, at vit fáa ein felags leist at stava eftir. Hammershaimb var romantikari, og setti hann sær fyri at leita fram elstu formarnar, sum tá framvegis vóru í brúki millum manna, tá ið hann evnaði til sítt skriftmál

•       Dr. Jakobsen, sum var naturalistiskt sinnaður, helt tó, at føroyskt var óneyðuga trupult at skriva og hevði tí sítt egna uppskot um føroyska rættskriving. Hetta uppskot elvdi til øsing og spjaðing í Føringafelagnum um aldarskiftið 18 – 1900.