Skip to main content

Síða 11/37

… og stríðið um grein 7


Føringafelagið hevði frá stovnan stríðst fyri, at føroyska málið aftur skuldi fáa síni sjálvsøgdu rættindi í føroyska samfelagnum. Tað var, at føroyskt skuldi verða nýtt á tingi, í kirkju og í skúla. Hetta stríðið gjørdist politiskt í 1906. Í 1912 fekk sambandsflokkurin, ið hevði meirilutan á tingi, inn í skúlalógina tað illa gitnu grein 7 í skúlalógina:


        ”Fyri at serstakliga teir yngru næmingarnir skulu kunna ogna
          sær tað, ið lært verður, kann og eigur vanliga málið hjá
          næmingunum, føroyskt, at verða nýtt, harafturímóti er tað
          neyðugt, um næmingarnir skula kunna duga nóg væl danskt,
          at frálæran í teim einstøku lærugreinunum verður á
          donskum, serstakliga tá ið hugsað verður um teir eldru
          næmingarnar.”


Henda lóg var verandi í gildi heilt fram til 1938, tá ið Jørgen Jørgensen, undirvísingarmálaráðharri, broytti hana, so hon nú ljóðaði soleiðis:

        ”Í frálæruni í føroyskum og donskum verður høvuðsdenturin lagdur
            á, at næmingarnir duga at lesa, tala og skriva bæði málini.”

Danski keypmaðurin Niels Ryberg fær í 1767 loyvi at hava eina umskipingargoymslu í Vágsbotni í Havn.

Her komu vørur, sum skuldu smuglast úr Amerika til Bretlands.

Aftan á amerikanska frælsiskríggið minkaði virksemið burtur í einki, og um 1790 vóru bara minnini eftir.