Merkið
![](/fileadmin/00_filagoymsla/01_filar/04_Tema_og_tvoergreinalig_evni/folkaatkvodan1946/12-1.png)
![](/fileadmin/_processed_/1/a/csm_12-2_e259d8f3c9.png)
Í 1919 høvdu føroyskir studentar í Danmark sett saman litirnar til tað flagg, ið seinni varð viðurkent sum tjóðflagg okkara. Sjálvstýrismenn tóku skjótt Merkið til sín. Í fyrstuni løgdu danir einki í hetta, men tá ið Edward Mitens bar fram góðynski til íslendsku tjóðina á 1000 ára haldi hennara á Tingvøllum í 1930, mótmælti donsku umboðini við Thorvaldi Stauning forseta á odda, og úrslitið var, at flaggið varð tikið niður. Føroysku umboðini gjørdust firtin og rýmdu av Tingvøllum og fóru heimaftur til Føroya.
Á Ólavsøku sama ár var 900 ára veitsluhald fyri tjóðdegi okkara, og tá kvetti Páll Patursson flagglínuna, so danska flaggið, ið veittraði yvir tinghúsinum datt niður. Stórt rumbul stóðst av hesum.
Danska stjórnin helt, at tjóðskaparstríðið nú var somikið hart, at ráðiligt var at skipa fyri fólkaatkvøðu um málið, so ábending kundi fáast um, hvat føroyingar vildu. Men stjórnin slepti málinum, tí føroyingar ikki vóru samdir.