Skip to main content

Síða 13/37


Langtíðarfíggjarætlanirnar

       1930-árini vóru hørð fyri føroyska útflutningin. Tey trý londini, vit fluttu mest fisk út til, vóru plágað av ófriði (Spania og Grikkaland) og/ella handilsstongsli (Italia)

       Sluppirnar, sum keyptar vóru í Bretlandi í 1870-árunum og 1880-árunum vóru gamlar og óhóskandi sum fiskiskip á vetri. Undir Føroyum bar ikki til at fiska, tí bretar trolaðu inni við klettin, so føroyingar settu álitið á at sleppa undir Ísland og Grønland at fiska við hesum gomlu skipum, tí ráðini vóru ikki til at endurnýggja flotan. Danir vóru tó ikki glaðir um at lata føroyingar sleppa til Grønlands, sum tá enn var eitt afturlatið land

       Í 1934 kom í lag ein avtala millum ríkisstjórnina og løgtingið, sum gav løgtinginum 100.000 krónur um árið í fimm ár. Samstundis skuldi løgtingið sleppa at ráða yvir nøkrum av inntøkunum, ríkið hevði í Føroyum

       Í 1939 varð nýggj langtíðarfíggjarætlan gjørd, har føroyingar eftir ætlan skuldu hava fingið 400.000 í fimm ár, ið m.a. skuldu brúkast til at tryggja arbeiðs- og fiskimonnum arbeiði um veturin