og landbúnaðarábótin
• Í 1938 kom landbúnaðarábótin, ið gav smámanninum líkindi at útvega sær trøð, tí tá ið tíðini hevði eplaveltan, kúgvin og seyðurin nógv størri týdning, enn vit kanska ímynda okkum í dag
• Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og flestu tingmenn hjá Sjálvstýrisflokkinum tóku undir við hesi lóggávu, men Sjálvstýrisflokkurin fór í tvíningar, tí Jóannes Patursson, floksformaður og bóndi, tók ikki undir við lógini, og endin varð, at Jóannes Patursson fór úr flokkinum og fór saman við monnunum, sum í 1935 høvdu stovnað Vinnuflokkin. Saman við teimum, stovnaði hann seinni Fólkaflokkin
• Hesir menn, sum Jóannes fann saman við, miðaðu ímóti at loysa føroyskt vinnulív úr tí, sum teir sóu sum eitt haft um beinini.
• Thorstein Petersen, stjóri í Sjóvinnubankanum, var ein av teimum leiðandi í hesum nýggja flokkinum
• 30. januar 1940 var løgtingsval, og gjørdist úrslitið - nú bæði mentanarlív og vinnulív vóru vorðin politisk - hetta:
Sambandsflokkurin | 6 tingmenn | 33,2% av atkvøðunum |
Sjálvstýrisflokkurin | 4 tingmenn | 16,7 % av atkvøðunum |
Javnaðarflokkurin | 6 tingmenn | 24,6 % av atkvøðunum |
Fólkaflokkurin | 6 tingmenn | 25,5 % av atkvøðunum |