Kríggið kemur til Norðurlond …
Tá ið Nazi Týskland gjørdi innrás í Póllandi 1/9-1939, var ovboði hjá Bretlandi og Fraklandi, sum bjóðaðu Týsklandi av í kríggi …
Um morgunin tann 9. apríl 1940 kom kríggið til Norðurlond, tí tá bleiv Danmark hersett og lopið varð á Noreg.
Málið við álopinum hjá týskarum hendan dagin var fyrst og fremst at tryggja sær ræðið á norsku strondini, so bretar ikki skuldi fáa høvi at fáa jarnmálm úr Norðursvøríki.
Í Danmark steðgaði mótstøðan tíðliga móti stóru yvirvøldini; í Noreg royndu tey at standa ímóti, men vórðu bard niður; sjórnin flýddi til London í mai.


