Skip to main content

Síða 16/37


… og Føroya

Tá ið Danmark og Noreg fullu gjørdist umráðandi hjá bretum, at Týskalnd ikki fekk fótin fastan í Føroyum, sum jú eru knappar 400 kilometrar frá Hetlandi.

Tann 11. apríl koma ensku deildirnar til Føroya.

Løgtingið var komið saman í Havnini tann 8. apríl fyri at taka støðu til eina trætu millum føroyskar fiskimenn og reiðarar. Trætan hevði gjørt, at skipini ikki enn vóru farin til fiskiskap hetta várið.

Løgtingslimirnir vóru tískil í Havnini, tá ið boðini komu, at Danmark var vorðið hersett av Týsklandi, og at kongur og stjørn høvdu givið seg yvir. Bretski konsulin boðaði amtmanninum Hilberti frá, at stjórn hansara fór at gera alt fyri at forða, at týskurin eisini hersetti Føroyar.

10. apríl boðaði Hilbert frá umvegis Tórshavn Radio, at danska yvirgevingin ikki umfataði Føroyar, og tí fóru oyggjarnar framvegis at verða stýrdar av donsku umsitingini í Føroyum. Bert fáar tímar seinni boðaði Fólkaflokkurin frá, at Føroyar ikki longur vóru undir donskum ræði og tískil vóru sjálvstøðugar.

Hilbert var í móti hesum, og tá ið Churchill í røðu síni í enska Undirhúsinum segði, at Føroyar fóru at verða vardar til tær aftur kundu latast dønum, tá ið kríggið varð vunnið, so var málið líkasum avgreitt fyribils …