Tilboðið í 1906
• Tjóðskaparrørslan klovnaði og gjørdist politisk til fólka-tingsvalið í 1906, tá ið Jóannes Patursson segði, at føroyingum stóð í boði at fáa eina stjórnarskipan fyri Føroyar
• ”Tilboðið” var, at løgtingið skuldi fáa heimild at taka við fyrisitingin av ávísum málsøkjum og heimild at útskriva skatt
• Ríkisstjórnin slakaði tó fyri hvøssum føroyskum mótmælum, so tilboðið datt niðurfyri
• Sambandsflokkurin varð stovnaður av monnum, ið ikki vildu taka av tilboðnum, og umboðaði flokkurin serstakliga yvirstættina í samfelagnum: bøndur, vinnulívsmenn og tænastumenn
• Trý ár seinni í 1909 varð Sjálvstýrisflokkurin stovnaður av teimum, sum høvdu hugsað sær Føroyar sum annað enn eitt hjáland og løgtingið sum annað enn eitt ráðgevandi ting
• Í tinginum vóru tá 18 fólkavaldir limir umframt amtmannin og próstin. Amtmaðurin var føddur formaður