Nýggir tankar
- Tær tjóðskaparligu rembingar, sum høvdu tikið seg upp í Noregi og Íslandi festu eisini røtur í Føroyum.
- Í 1888 verður kallað inn til fund annað jólakvøld í tinghúsinum. Jólafundurin gjørdi hesa samtykt:
- Føroyskt mál skal verða kenslugrein í skúlanum, so skjótt neyðugar skúlabøkur á føroyskum eru fingnar til vega.
- Í søgufrálæruni eigur dentur at verða lagdur á Føroya søgu.
- Øll uttanatlæra á donskum í kristnikensluni skal burtur, í staðin skal tað lisna endurgevast á føroyskum.
- Prestarnir eiga at hava rætt til at nýta føroyskt mál innan og uttan kirkjugátt.
- Føroyskt mál eigur at fáa fullan rætt í øllum almennum viðurskiftum.
- Arbeitt eigur at verða fyri at fáa settan á stovn føroyskan fólkaháskúla.
- Í 1889 byrjaði Føringafelag við ætlanum at arbeiða fyri settu málunum, og so leingi høvuðssetningurin hjá felagnum snúði seg um tað mentanarliga, var semja um virksemið; men sum frá leið tvinnaðu summi tað mentanarliga saman við sjálvstýrishugsjónir, og tá kom beinanvegin split í rørsluna. Hetta hendi longu í 1890-árunum.