Skip to main content

Síða 5 /37


Nýggjar tíðir

•       Um ár 1800 búgva eini 5.000 fólk í Føroyum;

•       Nógvar broytingar fara fram í 19. øld í Føroyum, m.a. verður betri og effektivari reiðskapur tikin í brúk í sambandi við útróðurin

•       Eisini byrja føroyingar at brúka línuna úti á opnum havi í fyrru helvt av 19. øld

•       Einahandilin letur upp úthandlar á Tvøroyri í 1836, í Klaksvík í 1838 og í Vestmanna í 1839, so nú er ikki longur neyðugt at fara til Havnar at avreiða vøruna

•       Í 1856 verður einahandilin avtikin og øll – eisini útlendingar – sleppa at bjóða upp á bygningarnar

•       Bygdirnar við góðum atløgumøguleikum fara at vaksa, tí nú er tíðin komin til størri, havgangandi før

•       Í 1872 verður fyrsta enska sluppin – Fox - keypt til Føroya

•       Fiskiskapurin er farin at gerast lønandi vinna, og vónin um at fáa lønt arbeiði fær mong at flyta úr gomlu bóndabygdunum til tey nýggju fiskaplássini, og vit fáa okkara fyrstu stórbygdir: Tvøroyri, Vág, Vestmanna, Klaksvík …