Tíðin uttan løgting
- Løgtingið varð við kongligari fyriskipan avtikið 18. mai 1816
- Í Íslandi og Noregi vóru gomlu tingini avtikin longu í 1798
- Í 1816 verða Føroyar skipaðar sum egið amt, og í 1821 fingu Føroyar danskan amtmann, við sæti í Føroyum. Vit høvdu havt amtmann síðan 1709; men tá stýrdu teir úr Íslandi
- Føroyar og Ísland fáa í 1834 felagsumboðan á danska stættartinginum
- Christian Pløyen er amtmaður Føroya frá 1837 til 1848
- Í 1843 verður íslendska tingið – Altingið – endurreist; felagsumboðanin hjá Føroyum og Íslandi á stættartinginum verður tískil avtikin
- Í 1849 fáa danir sína grundlóg, ið verður lýst í Føroyum í 1850
- Í 1851 varð Niels Winther valdur í nýggja danska ríkisdagin (seinni verður hetta kallað fólkatingið)
- Í 1852 verður løgtingið endurreist