Ein gluggi verður latin upp
Danski keypmaðurin Niels Ryberg fær í 1767 loyvi at hava eina umskipingargoymslu í Vágsbotni í Havn.
Her komu vørur, sum skuldu smuglast úr Amerika til Bretlands.
Aftan á amerikanska frælsiskríggið minkaði virksemið burtur í einki, og um 1790 vóru bara minnini eftir.
Nólsoyar Páll (1766-1809)
Páll vaks upp í umhvørvinum kring Vágsbotns-handilin, og í 1786 slapp hann við einum av skipunum hjá Ryberg. Tá ið virksemi Rybergs í Havnini helt uppat, fór Páll við einum skipi hjá kongliga einahandlinum.
Páll fór síðani burtur í onnur lond at sigla. Heimaftur kom hann í 1798.
Í 1804 fór hann at føra Royndina Fríðu, sum bæði varð brúkt sum fiski- og farmaskip. Í 1809 gekk Páll burtur.