Stutt søguligt baksýni
- Føroyar gjørdust í víkingatíð norskt skattland
- Í 1397 komu Norðurlond gjøgnum giftarmál saman í eitt felags ríki, ið kallað verður Kalmarsamveldið.
- Í 1523 fór Svøríki burtur úr Samveldinum, sum síðan 1524 helt fram sum dupultkongaríkið Danmark-Noreg
- Í 1526 varð Noreg í roynd og veru niðurlagt sum egið kongsríki
- Í 1814 – eftir friðin í Kiel – varð ríkisfelagskapurin millum Danmark og Noreg upploystur, og Noreg fekk egna grundlóg
- Gomlu skattlondini hjá Noregi vóru nú løgd beinleiðis undir Danmark
Skattlondini, sum vóru eftir um hetta mundið, vóru Føroyar, Ísland og Grønland