Stina Karina - stuttfilmur (Andrias Høgenni 2015 10 min)
Arbeiðsuppgávur
1.
Í filminum ”Stina Karina” er tvær kvinnur, sum eru vinkonur. Tann fyrra kvinnan, sum kemur inn í íbúðina, tosar í telefon. Hvat snýr telefonsamrøðan seg um? Og hví spyr hon: “Góða, kannst tú lova mær, at tú ongantíð fært tær børn?”
2.
Nú síggjast báðar kvinnurinar. Hvar eru tær staddar? Hvørja ætlan hava tær lagt sær fyri akkurát hetta kvøldið?
3.
Ein ósemja tekur seg upp millum kvinnurnar. Hvat snýr ósemjan seg um? Hvussu vil tann eina vinkonan loysa trupulleikan, sum er orsøkin til ósemjuna?
4.
Hyggið eftir rúminum. Hvørjir litir eru, og hvussu sær rúmið út? Hvat er hetta fyri eitt rúm? Met um, hvønn týdning rúmið hevur fyri søguna. Hvat kann tað merkja fyri søguna, at allur filmurin gongur fyri seg í einum og sama rúmi? Skiftið orð um, hvørt summi rúm í einum húsum eru meiri privat enn onnur rúm? Hvar er eitt vesi í hesi hugsan?
5.
Tann eina vinkonan biður hina rætta seg upp. Hvønn týdning hevur kropsburðurin hjá báðum kvinnunum fyri filmin? Greiðið frá, um kropsburðurin ger aðra kvinnuna sterkari enn hina.
6.
A: “Eg eri betri enn onnur fólk… Sig tað!”
B: “Men eg eri ikki betri enn onnur fólk”
A: “Jamen so skalt tú bara lúgva!”
Tann eina kvinnan biður hina endurtaka fleiri setningar meðan tær hyggja í spegilin. Hvat er endamálið við hesari venjing hjá vinkonunum?
7.
Ein telefonsamrøða broytir enn einaferð alla støðuna. Hvat er nýggja ætlanin hjá kvinnuni, sum nú má fara út á sjúkrahúsið?
8.
Hvat merkir endin í filminum? Hvørja avgerð tekur kvinnan, og hvønn týdning kunnu vit gita, at tað hevur fyri vinarlagið hjá vinkonunum?