Skip to main content

Útbreiðsla: Blálonga er frá Finnmørkini og Svalbarði til Íslands, Grønlands og Nýfundlands. Undir Føroyum, í norðara Norðsjónum og Skagerrak. Hon er á Rockallbanka og Hattonbanka, vestan fyri Írland til Marokko og inn í Miðjarðarhavið. Mest er til av henni vestan fyri Írland og Føroyar.

Blálonga (toskaættin)
Molva dypterygia free math problems college application essay writer for pay alabama homeworkhelp help me with my reading homework(Pennant, 1784)

Stødd: Blálonga verður upp í 155 cm long.

Dýpi: Hon er úr 130 m niður á 1500 m dýpi, vanligast úr 300 m niður á 800 m.

Litur: Hon er myrk, brún-grá um bakið. Undir búkinum er hon ljósablágrá. Allur fiskurin hevur ein bláligan farra og skyggir eitt sindur í bronsuliti. Ofta nakað sprøklut um síðurnar. Sterturin, búkfjaðrarnar og ryggfjaðrarnar hava svarta rond, sjálvur fjaðrajaðarin er bleikljósur.

Teinar: R1 12-14; R2 72-84; G 70-76.

Lýsing: Blálonga er langur, smidligur fiskur. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er stutt og eitt sindur hægri enn tann aftara. Tann aftara er long og røkkur aftur til klingruna. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur í klingruna. Høvdið er langt og mjátt. Hon hevur undirbit. Finnan er styttri enn eygnatvørmátið. Hon hevur stór eygu, stóran Toskafiskar Toskaættin kjaft við stórum, hvøssum tonnum. Sterturin bogar nakað aftureftir.

Eyðkenni: Serliga kløn um klingruna. Tann bláligi farrin. Svarta rondin um stertin.

Týdning: Blálonga verður nógv veidd og er virðismikil fiskur.

da: Blålange - Byrkelange, en: Blue ling, fr: Lingue bleue, ís: Blálanga, no: Blålange, tý: Blauer Leng