Útbreiðsla: Gjøgnum hellingarnar frá Føroyum til Biskeiavíkina, til Íslands, Grønlands, Davisfjørðin, Labrador og Grand Banka. Á tindum og bankum úti í Atlantshavinum. Hann er vanlig hjáveiða á djúpum vatni vestan fyri og sunnan fyri Føroyar.
Bláriddari (moraættin)
Lepidion eques (Günther, 1887)
Stødd: Bláriddari verður upp í umleið 50 cm langur. Undir Føroyum er hann vanliga um 20-30 cm.
Dýpi: Hann er úr 125 metra dýpi niður á 1850 metra dýpi.
Litur: Hann er dimmur ella ljósareyðgráur um bakið og síðurnar, ljósagráur undir búkinum, ber á viólbláan lit, kanska serliga á støku fjaðrunum.
Teinar: R2 55-60; G 50-54.
Lýsing: Bláriddari hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra hevur 4 teinar, stutt, og fremsti teinur er í minsta lagi longri enn høvdið, ofta longri enn hálv heildarlongdin. Aftara ryggfjøður er long og byrjar yvir uggafjaðrafestinum og røkkur aftur til klingruna. Hann hevur eina langa gotfjøður, ið er úr klingruni fram um miðjuna á fiskinum. Hann hevur smáar búkfjaðrar, lítlan og avrundaðan stert og klæna klingru. Gotið er framman fyri miðjuna á fiskinum. Strikan er væl bogin yvir uggafjøðurina. Hann hevur finnu, lítið høvd og stór eygu, umleið eins stór og gronin.
Eyðkenni: Tann lítla og høga fremra ryggfjøðurin. Lítli sterturin, klæna klingran og tann veiki viólliturin.
Týdningur: Bláriddari hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Blåridder, en: North Atlantic codling – Morid cod, ís: Bláriddari