Útbreiðsla: Hann er í Eysturatlantshavinum, undir Íslandi, Føroyum og við Vestlandið í Noregi til Senegal og í Miðjarðarhavinum eystur til Grikkalands.
Blettuti floyfiskur (floyfiskaættin)
Callionymus maculatus
Rafinesque, 1810
Stødd: Siljafiskar verða upp í 16 cm langir, rognafiskar upp í 13 cm langir.
Dýpi: Blettuti floyfiskur er úr 45 m niður á 650 metra dýpi.
Litur: Hann er ljóst brúnligur við silvurlittum og dimmlittum blettum. Aftara ryggfjøður á siljafiskunum hevur fýra røð av blettum aftur eftir fjøðurini, á rognafiskum eru tvey røð.
Teinar: R1 IV; R2 9 (8-10); G 9.
Lýsing: Blettuti floyfiskur er klænur og langvaksin fiskur, eitt sindur flatur, tí hann er breiðari, enn hann er høgur. Fjaðrarnar eru sum heild stórligar. Fremra ryggfjøður er stutt, høg og spísk, aftara javnt høg og nakað longri. Gronin er umleið líka long sum eygnatvørmátið, á siljafiskum eitt sindur longri og á rognafiskum eitt sindur styttri. Á kápubeinunum er ein píkur í skapi sum hjartarhorn.
Eyðkenni: Blettirnir í aftaru ryggfjøðurini. Píkurin á kjálkabeinunum. Kropsskapið.
Týdningur: Blettuti floyfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Plettet fløjfisk, en: Spotted dragonet, ís: Flekkjaglitnir, no: Flekket flöyfisk, tý: Gefleckter Leierfisch