Útbreiðsla: Á okkara leiðum hevur bramafiskur fingist um heystið, bæði inni á og út av landgrunninum. Eisini á Føroyabanka. Summi ár tykist hann at gera innrás í føroyskan sjógv. Hann er annars undir Norðurnoregi og Íslandi (sjáldan), suður móti Guineavíkini, tvørtur um Atlantshavið til Nova Scotia, Bermuda og Bahamaoyggjarnar. Á syðru hálvu er hann í Atlantshavinum, Indiahavinum og Kyrrahavinum.
Bramafiskur (bramafiskaættin)
Brama brama (Bonnaterre, 1788)
Stødd: Bramafiskur verður upp í 100 cm langur, vanliga her um leiðir 40-60 cm.
Dýpi: Hann er upp- og miðsjóvarfiskur, úr vatnskorpuni niður á 1000 m, men vanliga grynri enn 400 m.
Litur: Hann er myrkabrúnur um bakið við veikum, bláligum undirliti. Silvurglitrandi um síðurnar. Uggafjaðrarnar hava veikan, gulligan lit. Rygg- og gotfjaðrarendurnar eru dimmar.
Teinar: R 35-38; G 29-32; U 20-23.
Lýsing: Fiskurin er hávaksin og smalur. Kropshæddin er umleið ein triðing av heildarlongdini. Fremstu teinarnir í rygg- og gotfjøðurini eru um tvær ferðir so høgir sum aftaru partarnir. Uggafjaðrarnar eru longri enn høvdið. Hann hevur smáar búkfjaðrar. Sterturin er nógv sýldur og hevur serliga langar stertafjaðrar. Roðsla er um allan kroppin, lutvíst út á fjaðrarnar, um høvdið, tó ikki fremst á gronini. Høvuðumhvarvið er mest sum runt, og kjafturin er nógv upprendur. Gronin er heldur minni enn eygnatvørmátið. Hann hevur hvassar tenn.
Eyðkenni: Høga og smala kropsskapið, stutta og rundaða gronin, upprendi kjafturin. Roðsla á rygg- og gotfjøðurini. Hann hevur silvurskin, tá hann sæst inn á síðuna.
Týdningur: Her á landi hevur hann ikki havt vinnuligan týdning, men aðrastaðni verður nakað veitt av bramafiski.
da: Almindelig havbrasen, en: Black Seabream, fr: Grande castagnole, ís: Stóri bramafiskur, no: Havbrase, tý: Brachsenmakrele