Útbreiðsla: Brynjukrutt fæst mest sum allastaðni undir Føroyum, inni á firðum, í sundum og úti á landgrunninum, men er ikki fingið á Føroyabanka. Tað er fingið á Suðurlandinum og Vesturlandinum í Íslandi, kring Bretsku Oyggjarnar, í Norðsjónum og nakað inn í Eystarasalt, fram við Noregi norður í Hvítahavið.
Brynjukrutt (brynjukruttaættin)
Agonus cataphractus (Linné, 1758)
Stødd: Brynjukrutt verður upp í 21 cm langt, men er vanliga millum 8 og 15 cm.
Dýpi: Vanligast er tað úr 5 metra dýpi niður á 270 metra dýpi. Brynjukrutt er tó eisini fingið úti á 500 metra dýpi.
Litur: Tað er grábrúnt um bakið við 4-5 dimmari kámum blettum. Tað er ljósari undir búkinum, viðhvørt við gráligum blettum. Fjaðrarnar eru gulligar við dimmum blettum ella strikum.
Teinar: R IV-VI; R2 6-8.
Lýsing: Brynjukrutt er langur og klænur fiskur. Um uggarnar er tað væl breiðari enn høgt, og høvuðbreiddin er næstan 1/4 av heildarlongdini. Høvdið framman er kantut og píkut, tveir krókar eru fremst á yvirkjaftinum. Tað er sera klænvaksið frá gotinum og aftureftir. Brynjukrutt er sett við hørðum, kantutum beinplátum. Tað er stívt og hart at føla. Brynjukrutt hevur tvær ryggfjaðrar, báðar umleið líka smáar. Lítið, næstan einki glopp er millum ryggfjaðrarnar. Skeggtræðrir eru á undirkjaftinum.
Eyðkenni: Teir báðir krókarnir fremst á fiskinum. Líkist mest íshavsbrynjukrutti. Munur teirra millum er m.a., at brynjukrutt er breiðari um høvdið og er breiðvaksnari, ryggfjaðrarnar eru næstan áfastar, og at ongir píkar eru á nakkanum.
Týdningur: Brynjukrutt hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Panserulk, en: Armed bullhead - Pogge, fr: Asphidophore armé, ís: Broddamús, no: Panserulke, tý: Steinpicker