Útbreiðsla: Ennifiskur er undir Føroyum. Í Atlantshavinum annars frá 65°N til 40°N. Ennifiskur er sjáldsamur fiskur.
Ennifiskur (ennifiskaættin)
Platyberyx opalescens Zugmeyer, 1911
Stødd: Longdin á ennifiski verður upp í 60 cm, mátað til klingruna.
Dýpi: Hann er mest uppsjóvarfiskur, úr vatnskorpuni niður á 3660 metrar.
Ein er veiddur í botntroli vestur úr Mykinesi á umleið 475 metra dýpi.
Litur: Hann er brúnligur við kámum opalskyggjandi liti. Kápan er dimmblá-vióllitt. Sterturin er glærur. Ryggfjøðurin, gotfjøðurin, og búkfjaðrarnar eru svartar.
Teinar: R 28-31; G 17-19.
Lýsing: Ennifiskur hevur flatkroysta útsjónd, høgur og smalur. Standardlongdin er um tvær reisir hæddina. Hann hevur eina sera høga ryggfjøður, fremst av nakkanum aftur í klingruna. Ennifiskur hevur eina gotfjøður, ið er frá mitt undir ryggfjøðurini aftur í klingruna. Hann hevur langar búkfjaðrar, ið sita fremst og niðast á búkinum og røkka væl aftur á gotfjaðrafestið.
Uggafjaðrarnar eru nakað langar, røkka væl aftur á gotfjaðrafestið.
Høvdið er eins høgt og kroppurin, nógv upprent framman, ennið er høgt. Eyguni eru frammarlaga og miðskeiðis á høvdinum, rættiliga stór. Kjafturin er nakað stórur, eitt sindur upprendur og er niðast og fremst á høvdinum. Hann kemur aftur undir aftaru trom á eygunum. Ennifiskur hevur smáar tenn.
Strikan er bogin uppeftir og gongur javnt undir ryggfjøðurini. Hann hevur tveir nasagluggar hvørjumegin.
Eyðkenni: Høga ennið, longu fjaðrarnar.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
ís: Ennisfiskur