Útbreiðsla: Fjaðragrúkur er undir Føroyum, inni á firðunum, landgrunninum og er eisini fingin á Lúsabanka. Annars er hann undir Íslandi, runt Stórabretland, fram við Noregi til Murmansk og frá Baffinslandinum til Nova Scotia.
Fjaðragrúkur (fjaðragrúkaættin)
Chirolophis ascanii (Walbaum, 1792)
Stødd: Fjaðragrúkur verður upp í 30 cm langur, vanliga 15-20 cm langur.
Dýpi: Hann er ikki í sjóvarmálanum, men annars úr taranum út á umleið 20 metrar, tó er hann eisini fingin úti á bæði 100 og 280 metra dýpi.
Litur: Hann er gulbrúnur, flekkutur. Hann hevur svartar ella reyðgular vøkstir við eyguni.
Lýsing: Fjaðragrúkur er lítil og tunnvaksin fiskur. Hægstur er hann við fremra enda á ryggfjøðurini. Hann hevur tveir vøkstir við eygað. Ein størri oman fyri og ein minni framman fyri hvørt eyga. Aftur frá teimum størru eru nakrir heilt smáir aftur móti ryggfjøðurini. Siljafiskar hava fremst á ryggfjøðurini ein ella tveir slíkar vøkstir. Hann hevur eina ryggfjøður eftir øllum bakinum, hon hevur bara harðar teinar, og eina gotfjøður, við bleytum teinum, frá gotinum aftur í klingruna. Hann hevur fittligan, rundaðan stert, stórar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Kjafturin er lítil. Hann hevur striku.
Eyðkenni: Vøkstirnir á høvdinum. Ryggfjøðurin við hørðum teinum.
Týdningur: Fjaðragrúkur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Buskhoved, en: Yarrell’s blenny, fr: Chirolophis, ís: Kambhríslingur, no: Hornkvabbe, tý: Buschträger